Ávarar ímóti gátuførum andlátum í Colombia

Fleiri amerikonsk ferðafólk eru deyð í Colombia. Tey hava verið á stevnumøti, har tey eru noydd at taka rúsevni, sum er orsøkin til, at tey eru deyð

 

Fleiri amerikanskir borgarar í Colombia eru doyvdir, stolið er frá teimum og tey eru enn tá dripin av colombiaranum, sum tey høvdu stevnumøti við, verður sagt í amerikanskari ferðavegleiðing.

Ítøkiliga eru átta amerikanskir ríkisborgarar deyðir í colombianska býnum Medellín seinastu tveir mánaðirnar í árinum, sum vór. Í flestu førunum hava tey verið á stevnimøti gjøgnum datingsapps

Tað upplýsir amerikanska sendistovan í Colombia sambært AFP.

Hetta frættist í kjalarvørrinum av fleiri »gátuførum« og »illgrunasomum« andlátum millum amerikanarar í Medellín, skrivar amerikanska sendistovan í landinum.

Tað hevur nú fingið sendistovuna til at ávara ímóti vandanum við online dating.

/ritzau/