- Samgongufólk hava start seg blind upp á privatu tunnilsloysnina fyri Eysturoyartunnilin. Og nú roynir man so at finna kreativar loysnir fyri Sandoyartunnilin. Tað er eftir mínum tykki ábyrgdarleyst.
Tað sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm fingu einki burtur úr samgongufundinum í gjár.
- Nei, okkara uppskot fekk ikki nakra reella viðgerð. Samgongufólk hava eftir øllum at døma start seg blindan í privatu tunnilsloysnini, ið skal fremjast fyri ein hvønn prís, sigur Bárður Nielsen.
Sambært Bárði Nielsen er ikki semja í samgonguni um privata tunnilsleistin hjá Kára P. Højgaard.
- Nei, tað er eingin ivi um, at uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum hevur ikki fulla undirtøku í samgonguni, sigur Bárður Nielsen.
Tingmaðurin og formaðurin í fíggjarnevndini vísir á, at privata tunnilsloysnin er ikki so frægt sum viðgjørd í samgonguni, sigur Bárður Nielsen og heldur fram:
- Tað er bæði syndarligt og lítið sømiligt fyri eitt løgting, at størsta samferðsluíløga í søguni ikki kann viðgerast.
Hoyr samrøðu við Bárð Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Lesið eisini: Løgmaður: 150 milliónir til Sandoyartunnilin VIÐ AT TRÝSTA HER