Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti fleiri sløgum av eggum, sum eisini hava verið at fáa í Føroyum og orsøkin er, at salmonella er funnið í nøkrum eggum. Tað eru bara egg, sum eru stemplað við tølunum 081131 aftaná DK á eggunum, sum ávarað verður ímóti.
Sami ramleiðari hevur fleiri garðar av ymsum slagi og verður ávarað ímóti fleiri sløgum av eggum, bæði »frilandsæg«, »skrabeæg« og »buræg«.
Heilt ítøkiliga eru tað hesi eggini, sum nú eru afturkallað:
Frilandsæg: stemplað við 1DK081131
Best fyri: Fram til 16.11.2021
Skrabeæg: Stemplað við 2DK081131
Best fyri: Fram til 16.11.2021
Buræg: Stemplað við 3DK081131
Best fyri: Fram til 16.11.2021
Tað kann verða ringt at fáa salmonella, men eru eggini væl hitað, og er tað reint í køkini, er eingin vandi fyri salmonellu. Sjúkueyðkenni eru leyst lív, búkpína, fepur, ilt í høvdinum og kanska kvalmi og ein vil spýggja. Ein kann vera sjúkur í nakrar fáar dagar og upp til fleiri vikur og tey, sum verða illa sjúk, kunnu fara til lækna.