ØLL tykjast samd um, at valið er týdningarmikið, tí ógvuliga týðandi mál fyri føroysku tjóðina standa fyri framman. Tað veri seg ríkisrættarliga, vinnuliga, búskaparliga, sosialt og mentannarliga.
Men í grundini er valið sera einfalt, tí Javnaðarflokkurin hevur besta boð uppá, hvussu vit loysa ríkisrættarliga spurningin við eini sjálvstýrislóg. Eini leið, sum gevur okkum víðgongt sjálvstýri í ríkisfelagsskapi. Ein kós, sum umleið helvtin av føroyingum tekur undir við.
Veljararnir eiga at gera sær greitt, at bara stívliga ein fjórðingur av fólkinum ynskir at loysa frá Danmark, og minni enn 20 prosent vilja halda fast við sambandið undir heimastýrislógini. Bæði Sambandið og Tjóðveldið hava hildið fast við síni víðgongdu sjónarmið, og ynskja veljararnir veruliga eina broyting so er bara ein flokkur í at velja: Javnaðarflokkin.
HARAFTURAT hevur Javnaðarflokkurin verið bolverkið ímóti øllum ágangi á vælferðarsamfelagið, hóast nakað skert í kreppuárunum. Hetta gera summir flokkar sær dælt av í valstríðnum, men gevið gætur, at vit kláraðu at varðveita bæði almannaverk, heilsuverk og skúlaverk, hóast næstan ein milliard varð spard á fíggjarlógini.
SJÁLVANDI er politikkur Javnaðarfloksins at styrkja vælferðarsamfelagið, men tað gerst ikki uttan ein dyggan vinnupolitikk og øktar inntøkur til føroyska samfelagið. Og eisini á vinnuliga økinum hevur Javn-aðarflokkurin ein politikk sum miðjar eftir munandi virðisøking av fiskatilfeingi okkara, so vit fáa ein veruligan matvøruídnað.
Harafturat kemur, at Javnaðarflokkurin hevur einasta veruliga boð uppá, hvør skal gerast løgmaður. Meiri enn triðingurin av føroysku veljarunum peika á Jóannes Eidesgaard, og tað er einki annað enn ein dygg álitisváttan. Men javnaðarformaðurin verður ikki løgmaður uttan at Javnaðarflokkurin fær eina dygga undirtøku á valinum ímorgin.
Sambandsflokkurin hevur - sum nakað heilt óhoyrt - í stórum lýsingum ávarað fólk ímóti at velja Javnaðarflokkin. Ein av ræðslumyndunum er, at Javnaðarflokkurin hevur samtykt, at loysing er høvuðsendamál floksins. Hetta er ósatt og hetta er ongantíð samtykt. Lýsingin sigur okkum, at Sambandið er ræðslusligið. Hvar er trúvirðið hjá hesum flokki, sum skýrir seg ábyrgdarflokkin burturav? Tað er fokið!
JAVNAÐARFLOKKURIN byggir sína stevnu á samhaldsfasta samfelagið, har pláss er fyri øll og øll hava javnbjóðis kor, og eina nýggja sjálvstýrislóg innan ríkiskarmin, eina lóg, sum skal geva føroyingum fult ræð á øllum málsøkjum.
VELJIÐ tí Javnaðarflokkin á valinum í dag. Gott val.