Hóast høgættarkulda og hvítklæddar fjallatoppar og longri oman enn so, er summarið í hæddini. Tað sæst eisini í kappróðrinum, har triði FM róðurin verður í Kollafirði í morgin.
Hetta verður síðsta ferðin í ár, at tað verður kappast á 1500 og 2000 metrum. Í fýra teimum síðstu kappingunum – í Vági, í Sandavági, í Vestmanna og á Ólavsøku – verður bara kappast á 1000 metra málinum.
Um úrslitini í oddinum ikki hesa ferð verða øðrvísi, enn tey higartil hava verið, so fer tað eftir róðurin á Sundalagsstevnu ikki at resta so nógv í, áðrenn kappingarnar um FM fara at verða lítið spennandi.
Tí er tað rættuliga avgerandi fyri spenningin og intensitetin um samlaða úrslitið tað, ið er eftir av árinum, hvussu tað fer at roynast hjá avbjóðarunum í morgin.
Klaksvíkingarnir
Í størstu bátastøddini á mannfólkasíðuni og størstu bátastøddini á kvinnu síðuni eru tað bátarnir úr Klaksvík, sum eru favorittar. 10-mannafarið Klaksvíkingur og 6-mannafarið Páll Fangi við kvinnum hava verið sera sannførandi á Norðoyastevnu og á Eystanstevnu.
Hvessingur varð roknaður sum favorittur í kvinnukappingini, men higartil hevur Páll Fangi verið so suverenur, at tað skal venda heilt øðrvísi í morgin, um tær í Sundalagnum á sínari stevnu skulu gera nakað við tær úr Klaksvík.
Undan Eystanstevnuni var spenningur um, um tað skuldi eydnast Suðuroyingi at taka Klaksvíking á 2000 metra málinum. Tað eydnaðist als ikki. Suðuroyingur endaði á triðja plássi, meðan Vestmenningur var næstur klaksvíkingum, sum vóru so mikið sannførandi, at teir mugu roknast at vera stórfavorittar í Kollafirði.
Høvuðsstaðurin hóttur
Jallurin hjá Knørrafelagnum við dreingjamanning og 6-mannafarið Lómur við monnum eru teir báðir bátarnir úr høvuðsstaðnum, sum higartil hava vunnið.
Í báðum teimum undanfarnu kappingunum hava sigrarnir hjá Jallinum verið teprir. Munurin frá Jallinum og aftur til Drekan á Skálafjørðinum var uppaftur teprari, enn hann var frá Jallinum og til Teistan á Norðoyastevnu. Tá ið tað snýr seg um eitt hálvt sekund, er tað møguleiki fyri, at alt kann henda í hesi kappingini.
Á Norðoyastevnu vann Lómur við fimm sekundum á Riddaranum. Á Skálafjørðinum minkaði munurin niður í tvey sekund. Tí kann tað væl fara at vísa seg, at tað í morgin verður sera spennandi í kappingini millum 6-mannaførini við monnum av Argjum og úr Miðvági.
Hinar kappingar
Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði hevur vunnið báðar genturóðrarnar. Hvassi úr Sundalagnum var eitt lítið vet longri frá sigrinum á Eystanstevnu enn á Norðoyastevnu. Men munurin var bara eitt sekund, og tí er møguleikin als ikki burtur fyri, at ein bátur úr økinum, sum eigur Sundalagsstevnuna, kann vinna hesa kappingina.
Kvinnurnar á Havfrúnni vunnu tætta kapping við Blik á Norðoyastevnu. Á Eystanstevu var einki at ivast í, tá ið sigurin hjá teimum úr Vestmanna so mikið sannførandi, at tað er ilt at ímynda sær, at Blikur ella nakar annar skal hótta Havfrúnna í morgin.
Heldur ikki í kappingini millum 8-mannaførini hevur nakað í tveimum teimum fyrstu kappingunum bent á, at annar vinnari skal finnast. Miðvingur hevur verið klárt fremstur. Men munurin aftur til Argjabáturin var væl minni á Skálafjørðinum, enn hann var í Klaksvík, og harvið er spurningurin, um argjamenn fara at geva miðvingum ein uppaftur skarpari gang í morgin!