Avbjóðingin er risastór

Hetta byggir uppleggið hjá Føroya Pedagogfelag til nýggjan sáttmála á, nú Semingsstovnurin er boðsendur.

 

 

 

 

 

Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi hin 1. oktober í fjør, og felagið hevur síðan september tingast um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Men, hóast hetta er enn langt á mál, og vónir eru ikki um at loysa trætuna í vanligum samráðingum.

 

Tað staðfesti Føroya Pedagogfelag í gjár, tá tey heittu á Semingsstovnin um at royna at fáa semju millum partarnar.

 

- Vit hava eina risastóra avbjóðing við starvsfólkamangli á øllum umsorganarøkinum. Hetta vísti Búskaparráðið eisini á í farnu viku. Hetta er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman. 

 

Á heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag í gjár varð víst á, at limir felagsins dagliga liva og virka undir truplum umstøðum. 

 

- Vit vita, hvat bilar, og hvat skal til fyri, at ung fólk skulu velja okkara øki og fyri at tey, sum longu hava valt hetta starvsøkið, verða verandi. Tað er hetta, sum okkara upplegg til sáttmála byggir á. 

 

Á heimasíðuni ásannar felagið, at hetta sjálvandi eisini snýr seg um løn, men felagið sigur seg í líka stóran mun ynskja betri skipan av arbeiðnum, og at tíð verður sett av til at skipa seg betur. 

 

- Tað einasta, sum er heilt greitt, er, at vit mugu loysa hetta saman, tí avbjóðingin við starvsfólkatroti stendur við og versnar, sigur Føroya Pedagogfelag.