Avboð til landsliðsferðina

Tað var dyggur smeitur hjá B36, tá Hanus Thorleifsson eftir bara 37 minuttum noyddist av vøllinum í kvøld.
Orsøkin var ein vøddaskaði í tjúkkanum, og tí er neyvan hugsingur um, at hann verður við í landsliðsferðalagnum, sum fríggjamorgunin leggur leiðina til Pólands.
Og tað er einki at ivast í, at hetta eisini er dyggur smeitur hjá Skála-manninum. Hanus var fyrstu ferð í landsliðshópinum, tá venjingarlega var í Florida, og sum skilst stóð hann sera væl á hesi. Somikið væl, at landsliðsvenjarin ikki var í iva um hansara pláss, tá hópurin til Pólands-ferðina varð úttikin.