Føroya Rættur longdi mikudagin varðhaldsfongslingina hjá einum dana, ið er skuldsettur í narkomálinum. Varðhaldsfongslingin er longd við fjúrtan døgum, og hann skal sita avbyrgdur hesa tíðina.
Maðurin kærdi avgerðina um avbyrging til Landsrættin, men hann tók við dóminum um longda varðhaldsfongsling.
Maðurin varð tikin 16. januar í ár í Keypmannahavn, har hann hevur fastan bústað. Hann varð síðani fluttur til Føroya, tí løgreglan metir, at hann hevur samband við hinar í narkomálinum.