Avdúka minnisvarða á Skarði 14. august

Tann 14. august í ár verður minnisvarði avdúkaður á Skarði á Kunoynni. Tað eru í ár liðin 100 ár síðani syndarligur bátsvanlukkuna, tá allir arbeiðsførir menn í bygdini sjólótust tollaksmessudag í 1913.

Felagið Skarðsbygd varð stovnað í september 2007. Endamál felagsins er at seta ein minnisvarða norðuri á Skarði, til minnis um hesar menn.

Hendan bátsvanlukkan gjørdi, at bygdin Skarð varð avtoftað 26. januar 1919. Við bátinum vanlukkudagin í 1913 vóru sjey mans, og eingin kom aftur.

Minnisvarðin er liðugur, og tað er Hans Pauli Olsen listamaður, ið hevur gjørt minnisvarðan.

Minnisvarðin verður eftir ætlan avdúkaður norðuri á Skarði 14. august. Í hesum sambandi, verður henda dag skipað fyri gongutúrum bæði úr Haraldssund og úr Kunoy. Eisini verður skipað soleiðis fyri, at bátar koma at sigla allan tann dagin.

Tollaksmessudag í ár er meiningin at hava eina minningargudstænastu í Christianskirkjuni, tá 100 ár eru liðin, síðan báturin fór.