Á konsertini verður høvi at hoyra nýggjan og góðan kendan tónleik frá tónleikarum úr Klaksvík.
Luttakarar á konsertini eru hesi, sum millum ár og dag hava sett Klaksvík á tónleikaliga heimskortið:
Páll Sólstein, Rani Nolsøe, Daisy Johannesen Lolk, Jón Mørkøre, Leivur Vitalis, Ingibjørg Hansen, Eyðun Ranason Nolsøe, Oddur Joensen, Andrias Joensen, Asta Højgaard, Páll Brim Joensen, Herborg Hansen, Hanus G Johansen, Jákup Bernhard Brim, og gestatónleikari er Rick Hauchman, North Carolina.
Konsertin verður m.a. hildin í samband við navnakappingina, ið felagið skipaði fyri fyrr í mánaðinum, og verður vinnarin og nýggja navnið kunngjørt í kvøld.
Atgongumerki fáast við dyrnar hálvan tíma frammanundan, sigur Jógvan Andrias Joensen úr Tónleikafelagnum í Klaksvík.