Partafelagið Líraberg og Óli Jacobsen, stjóri, fingu ikki viðhald í Eystara landsrætti í málinum, móti fiskimálaráðnum.
Líraberg hevði skotið málið innfyri landsrættin eftir at Føroya rættur ikki gav teimum viðhald. Men í Eystara landsrætti var ongin hjálp at fáa. Dómarin kunngjørdi dómin og staðfessti bert, at avgerðin hjá Føroya rætti stendur við.
Líraberg stevndi fiskimálaráðnum í sambandi við eina umsók um makrelkvotu og fyri ikki at hava fyrisiti rætt eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.
Landsrætturin segði, at Líraberg skal gjalda 75.000 í sakarmálskostnaði.