Avgerðin er tín

Samfelagsmøti

Fyri fólk uttanfyri Brøðrasamkoma er tað ikki altíð lætt at síggja hvat tað er fyri eitt møti ein kemur á, men tað er stórur munur á møtunum. Sunnudagin klokkan fýra var talar um eitt sokallað uppbyggingarmøti, har tað góða orðið verður lagt fram til eggjan og umhugsunnar.
Seinna møti klokkan sjey aftan á nátturðan var eitt evangelistk møti og tað var heilt ørvísi. Orðið var borið fram, men appellin var nógv kraftigari til tann einstaka. Hetta var løtan, tá fólk skuldu velja. Nú skuldi tann einstaki gera av um hann var frelstur ella ikki.
? Er nakar her í kvøld, sum fer avstað aftur av hesum møtinum ófrelstur, so er lítið komið burturúr fyri hansara viðkomandi. Men er hann frelstur, so er nógv komið burtur úr fyri hansara viðkomandi, segði Jeffri Justinussen, sum bjóðaði væl komin á møtinum.
? Men er onki hent, so er talan um líkasælu, so er tað komið í drag, tí evangeliið hava vit hoyrt. Vit kunnu ikki siga, at vit ikki kenna evangeliið. Tú bíðar kanska eftir eini lagaligari løtu ella einum betri boðskapi, men boðskapurin um evangeliið verður ikki ørvísi. Avgerðin er tín. Tak í móti Harranum í kvøld, segði Jeffri Justinussen, tá hann byrjaði møti.
Atgongd til dýrdina
? Ongin kann gjalda fyri at sleppa inn í himmalska staðin. Tann vegin sleppst bara í gjøgnum Gud. Vit sleppa bara til himmalska staðin gjøgnum Gud. Gud hevur sáttað seg við menniskjuna gjøgnum Jesus og uttan menniskjannar hjálp.
? Vit eru nógv savnaði her í kvøld. Og vit fara ongantíð aftur øll at vera savnaði saman aftur í hesum lívi. Fólk doyggja og komandi ár fara tað at vera fólk í millum okkum í kvøld, sum ikki eru til longur, tey eru deyð. Tí er frelsunnarspurningurin álvarsamur, segði Símun á Torkilsheyggi.