Fyri lítlari løtu síðani fór talið av talgildum undirskriftum til at leingja loyvið hjá Koks at reka matstovuvirksemið Frammi við Gjónna upp um tær 2.000 yvirskriftirnar.
Høgni Reistrup, sum stovnaði undirskriftainnsavningina fyri fýra døgum síðani, fegnast um undirtøkuna.
- Eg eri ovfarin av, at tað hevur gingið so skjótt, og at so nógv fólk standa saman um Koks. Hetta er eitt greitt tekin til Yvirfriðingarnevndina um inniliga at endurskoða avgerðina og leingja loyvið fyribils, sigur hann.
- Tað vísir seg, at undirskriftainnsavningin eisini hevur vakt ans uttanlands. Fleiri í altjóða matumhvørvinum eru byrjað at skriva undir.
##med2##
Skilir ikki grundgevingina
Høgni Reistrup hevur ikki nakað tilknýti til KOKS, men hann valdi at seta undirskriftainnsavningina á stovn, tí hann heldur, at Føroyar hava ov nógv at missa, um einasta føroyska Michelin-matstovan steingir.
- Støðan er órættvís og absurd. Mítt einasta áhugamál er at fáa Koks at halda fram og fáa rættvísi í, sigur Høgni Reistrup, sum ikki keypir argumentið um, at matvirksemið ávirkar nærumhvørvið og náttúruna Frammi við Gjónna.
- Grundgevingin er ein arbeiðsskúrur, sum skal vera brúktur til landbúnaðarligt endamál, aftaná man hevur givið loyvi til at brúka bygningin. Skúrurin er gjørdur um til ein snøggan bygning í føroyskum sniði, og fyri alt nærumhvørvið og heildina sær tað í roynd og veru nógv betri út. So tann grundgevingin er púra absurd.