Avgerðin seinkað í Fólkaflokkinum

Eftir øllum at døma er fiskiloyvið hjá línuskipinum Jógvani S ein stórur politiskur knútur innanfloks í Fólkaflokkinum. Avgerðin hjá landsstýrismanninum, sum skuldi kunngerast hósdagin, er seinkað, tí politiska viðgerðin dregur út. Jacob Vestergaard staðfestir, at avgerðin er tikin, og hann letur seg ikki trýsta av nøkrum ? hvørki innan- ella uttanfloks

Tað er framvegis ógreitt, hvat hendir við fiskiloyvinum hjá línuskipinum Jógvani S. Hósdagin legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sína niðurstøðu fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum. Hóast landsstýrismaðurin hevði lovað at almannakunngera avgerðina tann dagin, so hendi tað ikki, tí viðgerðin dróg út.
? Vit eru ikki liðug at viðgera málið politiskt í flokkinum. Tað dregur út, og avgerðin verður ikki almannakunngjørd fyrr enn einaferð í næstu viku, sigur Jacob Vestergaard.

Málið vendir aftur
Spurdur, hvat flokkurin viðger, svarar landsstýrismaðurin, at tað fær hann ikki sagt so nógv um, men greitt er, at tað eru avleiðingarnar av avgerðini.
? Fyri at kunna kjølfesta ta avgerð, sum eg havi tikið út frá míni bestu sannføring, og fyri at koma fram til, um tað eru nakrir leysir endar, so tók eg málið upp í flokkinum. Sum kunnugt so vendir málið aftur, ivaleyst bæði økonomiskt og politiskt, óansæð hvør avgerðin er, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vil onga ábending geva um, hvat hann hevur avgjørt, men tað er greitt, at letur hann standa til, so er Tjóðveldisflokkurin til reiðar at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin, tí landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøðu um, at fiskiloyvi varð givið á ólógligum grundarlagi. Tekur hann hinvegin fiskiloyvið aftur, so kann hann vænta stórt endurgjaldskrav frá reiðarínum umframt okkurt innanfloks brigsl.

Illgrunin spøkir
Illgruni er sáddur um, hvørt fiskiloyvi hjá Jógvani S er eitt slag av politiskum mutri. Ein fólkafloksmaður fekk fiskiloyvið dagin áðrenn løgtingsvalið, og fiskiloyvið varð avgreitt eftir bert einari viku, hóast bæði frídagar og vikuskifti lógu ímillum.
Tað er óvanliga skjótt, men eftir stendur, at tað eru embætisfólk, sum hava undirskrivað loyvið, og tí er tað í prinsippinum eitt umsitingarligt mál.
Óttast tú ikki, at tað økir illgrunan um ein politiskan rossahandil, tá flokkurin viðger eina umsitingarliga avgerð so neyvt politiskt?
? Hetta við einum fólkafloksmanni, sum beint áðrenn val fær eitt fiskiloyvi, varð beinanvegin gjørt til eitt politiskt mál. Eg skal ikki fara inn í tað kjakið, tí eg var ikki landsstýrimaður tá, og tað tænir ongum endamáli at viðgera, hvat gekk fyri seg tá, tí tað veit eg ikki, sigur Jacob Vestergaard.
? Eg havi orðini hjá teimum embætisfólkum, sum hava avgreitt málið, og teir siga sjálvsagt, at eingin politisk uppíblanding var. Men tá ið málið varð reist í tinginum sum fyrispurningur, gjørdist tað politiskt, og tí noyðast vit eisini at viðgera tað politiskt. Tað eru fleiri løgfrøðilig sjónarmið í málinum, sum eg havi fingið útreinað, og so eisini nøkur politisk, sigur Jacob Vestergaard.

Óttast ikki trýst
Umframt frágreiðingina frá landsstýrismálanevndini, hevur hann eisini eina frágreiðing frá umsitingini og einum uttanveltaðum sakførara at hella seg til.
Avgerðin er tikin, og nú verða avleiðingarnar gjøgnumtugdar. Hóast Sosialurin hevur hoyrt frá góðum keldum, at fiskiloyvi verður tikið aftur aftur, fæst Jacob Vestergaard ikki at vátta tað.
Tekur hann fiskiloyvi aftur, kann tað tulkast soleiðis, at ein landsstýrismaðurin undan honum, Jørgin Niclasen, framdi eitt lógarbrot, og spurningurin er, hvussu tað verður uppfatað í Fólkaflokkinum.
Vrakar flokkurin tína avgerð, hvussu við tínari framtíð sum landsstýrismaður?
? Avgerðin er mín, óansæð hvør vrakar hana ella ikki. Eg taki avgerðina og standi við ábyrgdini og eingin annar. Eg lati meg ikki trýsta, hvørki av einum ella øðrum, og eg lati meg ikki trýsta til nakað, sum eg ikki haldi vera rætt. Men eg eri til eina og hvørja tíð opin til at viðgera tingini, og tí eri eg glaður fyri at viðgera málið við flokkin, nú tað er vorðið so politiskt, sigur Jacob Vestergaard.