Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur, at hvørki Mentamálastýrið ella Løgmansskrivstovan skulu hava nakra ávirkan á, um skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur ella ikki.
? Nýggja kommunulógin ger púra greitt, at tað eru teir lokalu myndugleikarnir, sum skulu taka avgerðina í slíkum máli. Prinsippið í lógini er, at ábyrgd og avgerðarrættur skulu fylgjast, og tað er umráðandi at minnast til, at bygdaráðið er fólksins umboð á staðnum, sigur Anfinn Kallsberg.
Demokrati
Hann vil einki siga um, hvørt hann heldur, at skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur.
? Tað skal bygdaráðið í Mikladali gera av saman við kommunustýrinum, og eingin landsmyndugleiki skal broyta ta avgerðina. Tað er umráðandi, at bygdaráðini vita, at teirra avgerð er endaliga, og at eingin kann koma og broyta hana aftaná.
? Soleiðis er demokratiska skipanin, og hana skulu vit virða. Tað hevur týdning at lokalpolitikarar kenna ábyrgd og vita, at tær avgerðir, sum teir taka, standa við. Gera teir ikki tað, so verður tað altíð tann lættasta loysnin, sum verður funnin, tí so vita teir, onkur kann koma aftaná og taka tí trupula avgerðina fyri teir.