Sleppur Súni Olsen at halda fram í AaB? Hetta er brennandi spurningurin, nú sáttmálin hjá honum við felagið gongur út í summar. Tað er í øllum førum líkt til, at ein avgerð fellir skjótt, tí seinastu tveir dagarnar hava tríggir leikarar fingið sína framtíð við felagið avkláraða. Fyrradagin mátti miðvallarin Thomas Kortegaard takka fyri seg, og í gjár fekk verjuleikarin Martin Pedersen sín sáttmála longdan við tveimum árum, samstundis við at miðvallarin Fredrik Winsnes skifti til norska felagið, Strømsgodset.
Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár segði Súni Olsen, at hann føldi seg hava álit frá leiðsluni í felagnum, og at hann hevði góðar vónir um at fáa sáttmálan longdan. Nú má tíðin so bara vísa, hvar Súni spælir komandi kappingarár.