Avgerandi at útbjóðingin verður í heyst Avgerandi at útbjóðingin verður í heyst

-Fyri okkum og uttan iva mong onnur oljufeløg hevur tað altavgerandi týdning, at útbjóðingin á føroyska landgrunninum ikki verður útsett aftur - men at útbjóðingin verður latin upp í heyst

Jan Müller


-Tað hevur alstóran týdning fyri Saga og helst eisini fyri mong av hinum oljufeløgunum, at tíðarætlanin fyri fyrstu útbjóðing á føroyskum øki heldur og ikki verður broytt enn einaferð.

Hetta sigur stjórin í Saga Petroleum Føroyar, Geir Atle Rishovd, sum í hesum døgum er vitni til, at umleið 400 av hansara starvsfeløgum í Noregi verða sagdir úr starvi.

Skerjingarnar hjá Saga koma neyvan at raka ætlaninar hjá felagnum á føroyaøkinum. -Tað eg veit um er ikki ætlanin at taka Føroyaøkið burtur úr ella flyta tað aftur í komandi raðfesting av íløgum í leiting, men tað stendur greitt, at við so lágum oljuprísi, so fer at verða hugt sera neyvt at øllum íløgum og projektum.

Stjórin á Saga-skrivstovuni á Bryggjubakka heldur tað tí vera sera avgerandi, um ætlaða útbjóðingin heldur. -Fyri at varðveita støðu okkara í heildaríløguætlanini hjá SAGA, so mugu vit sleppa til arbeiðis av álvara í hesum árinum. Tí seti eg mítt álit á, at útbjóðingin verður latin upp í heyst, soleiðis sum tað er boðað frá - og at henda útbjóðing ikki verður útskotin enn einaferð og kanska ikki verður fyrr enn til várs ár 2000.


Statoil til London

Vit hoyrdu nú um dagarnar, at hitt stóra norska oljufelagið Norsk Hydro hevur gjørt av at uppsiga nógvum fólkum. Men tað skilst, at hesar skerjingar fáa heldur ikki ávirkan á ætlaninar hjá felagnum á Føroyaøkinum. Í gjár skuldi so Statoil kunngera uppsagnir. John Inderhaug, sum stendur á odda fyri virkseminum hjá Statoil í Føroyum, váttar fyri Sosialinum, at tað verða gjørdar broytingar í bygnaðinum, sum eisini koma at ávirka Føroyaøkið. Ætlanin er, at uppgávurnar, sum viðvíkja Føroyum, og sum higartil hava hoyrt undir skrivstov-una í Danmark, nú verða fluttar til London, sum kemur at dekka alt økið vestan fyri Hetland, harí eisini Føroyar. Henda broyting kemur tó ikki at merkja, at minni dentur verður lagdur á Føroyaøkið.

Eisini virksemið við Grønland, sum hevur verið røkt frá Keypmannahavn verður flutt. Tað endar í Stavanger. Tvs. at kontórið í Danmark kemur bert at taka sær av danska partinum av Norðsjónum.

Tað hevur verið nevnt, at oljufelagið Mobil skuldi leggja saman við Esso, men hetta er ikki klárt enn. John Inderhaug sigur, at sum støðan er nú, henda ongar broytingar í AMG-samtakinum, ið fevnir um Statoil, Mobil og Enterprise.

Í næstum fara fleiri av leiðandi jarðfrøðingunum hjá feløgunum at leggja nýggjastu kanningarúrslitini fyri Oljumáladeildina.