Flogbóltskvinnurnar hjá Fleyr staðfestu sína oddastøðu í meistaradeildini hjá kvinnum við sjeytummaseymi, tá tær á heimavølli í høllini á Argjahamri vunnu 3-0 á Drátti, sum misti sín seinasta lítla FM-finalu møguleika.
Tó leikaði javnt á tvey tey fyrstu settini. Fleyr vann fyrsta settið 25-21, og annað settið knógvaði Fleyr 29-27. Í triðja settinum var eingin ivi. Fleyr vann greitt 25-15 í triðja setti.
Fleyr er á odda við 33 stigum. Nummar tvey er KÍF við 20 stigum, og nummar trý er Dráttur við 15 stigum. Dráttur hevur bert tveir dystir eftir at spæla, meðan KÍF hevur fýra dystir eftir at spæla. Vinnur KÍF á SÍ í Sørvági hóskvøldið er tann seinasti spenningurin farin um FM-finaluplássini.
Mjølnir er nummar fýra við 14 stigum. TB er nummar fimm við 13 stigum, og SÍ er aftast við 10 stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Súsannu Ludvig hjá Fleyr (myndin) og Annu S. Hansen hjá Drátti.
Anna S. Hansen ásannar, at hetta hevur verið eitt misjavnt ár hjá Drátti, har tær byrjaðu illa, og eru nú í holt við at enda illa. Miðskeiðis í kappingarárinum bragdaði, men nú hava tær mist ta góðu gongdina.
Fyri Súsannu Ludvig er tað líkamikið hvat mótstøðuliðið hjá Fleyr eitur í FM-finalunum. Tær hjá Fleyr eru til reiðar óannsæð hvat mótstøðuliðið eitur.
Hóskvøldið klokkan 19.30 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum vesturi í Sørvági millum SÍ og KÍF.