Í Kvøld er aftur Champions League á skránni, og talan er um tveir dystir.
Real Madrid – Wolfsburg
Manchester City – Paris Saint Germain
Fyri einari viku síðani møttust Real Madrid og Wolfsburg á Volkswagen í Wolfsburg, og tað endaði við einum yviraskandi 2-0 sigri til Wolfsburg.
í kvøld skulu hesi bæði liðini spæla í Madrid.
Fyri at Real Madrid skal koma víðari til hálvfinalurnar, skulu teir í minsta lagi fáa tvey mál, tí so fer dysturin í longda leiktíð. Men um Wolfsburg bara fáa eitt mál, so mugu Real Madrid fáa fýra, fyri at koma víðari, grundað av, at útibanaðmál telja meiri. So spennandi verður at síggja um Zinedine Zidane og restin av Real Madrid fara at klára koma víðari til semifinalurnar.
Í Hinum dystinum eru tað Manchester City, sum skulu taka ímóti PSG. Í síðstu viku, tá liðini spældu í París, endaði tað við 2-2 Javnleiki, so tað verður heilt sikkurt ein tættur dystur á Etihad Stadium í kvøld, har bæði liðini fara at spæla fyri at vinna.
Báðir dystirnir vera bríkslaðir í gongd í kvøld klokkan 19:45
Manchester City - PSG verður vístur á TV3+
Real Madrid - Wolfsburg verður vístur á TV3 Sport 1