Avgerandi kvinnudysturin á Rás2

Spenningurin er stórur undan tí næstseinasta umfarinum í bestu kvinnudeildini. KÍ er á odda við 47 stigum, meðan AB er nummar tvey við 45 stigum. Vinnur KÍ, so eru KÍ-kvinnur føroyameistarar tíggjunda árið á rað. Verður javnleikur, er eisini ógvuliga sannlíkt, at klaksvíkskvinnur vinna meistaraheitið. Tí mugu argjakvinnur vinna dystin á heimavølli, um tær skulu hava nakran hugsandi møguleika at gerast føroyameistarar fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

 

Nú býðst høvið hjá fólki kring landið at fylgja hesum avgerandi dystinum í bestu kvinnudeildini.

 

Rás2 fer nevnliga í samstarvi við AW-dygdarsmíð at siga frá dystinum sunnudagin. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum kemur at varpa dystin út, og byrjar frásøgnin klokkan 12.55 sunnudagin.