Avgerandi talvini móti Kosta Rika og Jameika

Talvini hesa vikuna verða tey hjá Eyðuni Nolsøe og John Arna Nilssen, sum tryggjaðu Føroyum teir báðar fyrstu sigrarnar í Bled

Talv

Fimm umfør eru telvaði í Talvolympiaduni, sum verður leikt í Bled, Slovenia. Føroyska liðið hevur 10 stig av 20 møguligum, og er tað petti yvir væntaðu skoruna.
Toppskorari er John Rødgaard, sum hevur 3 stig av 5 møguligum. Hann er eisini tann einasti sum hevur telvað øll umførini. John Arni Nilssen hevur 2 stig av 4 møguligum, Heini Olsen, 1,5 av 4, Eyðun Nolsøe 1 av 3, Hans Kristian Simonsen 1,5 av 2 og Martin Poulsen 1 av 2.
Fylgi við á www.faroechess.com, har frásøgnir, myndir v.m. eru at finna.