Sóljan-Neistin 14-24 (5-12)
Hondbóltur
Sum nevnt aðrastaðni á hesum blaðsíðum, so noyddist Sóljan at vera mest eyðsýnda leikaran hetta kappingarárið fyri uttan, tá tær leygardagin fingu vitjan av Neistanum.
Framman undan hesum varð roknað við, at tað fór at vera sera torført hjá Sóljuni at gera nakað við Neistan, og uttan Simonu Dziugyte var so at siga einki at gera.
Hevur ávirkað liðið
Albert Ellefsen, sum tekur sær av vágagentunum, sigur við Sosialin, at har var ikki so nógv hjá teimum at gera.
- Alt hetta, sum er farið fram í vikuni, órógvaði sjálvandi spælararnar, men tað er greitt, at Neistin hevur eitt sterkari lið enn vit. Eisini um Simona er á liðnum, segði hann, uttan tó at vilja gera aðrar viðmerkingar til málið um júst Simonu.
Um dystin sjálvan segði Albert annars, at tað leikaði nóg so javnt á fyrstu løtuna, men eftir at Neistin miðskeiðis í fyrra hálvleiki leyp avstað, var alt so at siga avgjørt.
Við at hyggja at dómaraseðlinum sæst eisini, at Neistin hesa løtuna skeyt átta mál á rað, og tað sigur kanska eisini nakað um munin á liðunum.
Skulu verja borg
Nú Sóljan í nakrar mánaðir hevur roynt seg í bestu deildini, er kanska eisini náttúrligt at spyrja, hvørt tær hava vant seg við ferðina í deildini.
Til hetta svarar Albert, at enn restar sjálvandi nógv í, men at tær so avgjørt eru vorðnar betri fyri.
- Tað at gerast betri, má sjálvandi vera aðalmálið, umframt at vit so eisini mugu royna at halda Tjaldri undir okkum, tá árið er runnið, heldur hann.
Tá vit at enda spurdu, hvørjar møguleikar hann roknaði við, at Sóljan hevur fyri hesum seinasta, svaraði Albert, at tað kann kanska verða ringt at gita um.
- Tað veldst um so nógv, millum annað, hvat hendir við øllum hesum, sum nú er farið fram.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Sóljan: Marjun Jørgensen 8(5), Sólja Nielsen 3, Hertha Simonsen 3
Neistin: Birita Wardum 7, Súna Mørk 5(2), Annika Thomsen 4(2), Gunvør Hofgaard 3, Mildrid Jacobsen 2, Susan Brockie 2, Bjørg Patursson 1(1)
Brotskøst: Sóljan 5, Neistin 6
Útvísingar: Sóljan 1, Neistin 2
Dómarar úr VÍF: Erling Heinesen og Agnar Joensen