Avgjørdu silvurdystin

Neistin-Stjørnan 29-19 (10-9):
Við sigrinum á Stjørnuni mest sum tryggjaði Neistin sær silvurmerkini, og tað man fyri elsta hondbóltsfelagið í landinum kennast sum ein stórur sigur

Hondbóltur - kvinnur

Eftir at Stjørnan úr Klaksvík upprunaliga tóktist vera einasti avbjóðarin hjá einaráðandi VÍF, eru klaksvíksgenturnar nú í teirri støðu, at tær ikki longu kunnu gera av, hvørt tær skulu fáa silvurmerkini.
Neistin setti nevnliga eitt fyribils flott punktum fyri einari røð av sigrum, sum hevur tikið hevur tikið tær somikið langt framum bæði VB og Stjørnuna, at tær nú mest sum hava tryggjað sær silvurmerkini.

Ferð á í seinna
Sunnudagin var dysturin, sum framman undan varð mettur sum hann, sum skuldi avgera silvurstríðið. Undan hesum hevði Neistin við einum dysti meira vunnið seg eitt stig fram um Stjørnuna, og við bert einum dysti afturat kundi Neistin tí spæla sær allar trumfirnar í hondina.
Hjá Stjørnuni var støðan meinlík henni hjá Neistanum. Við einum sigri fór liðið aftur upp á silvurplássið, og tá høvdu ráð eisini verið til at tapt dystin í Vági, sum enn liggur á láni.
Fyrra hálvleik av dystinum var gongdin eisini soleiðis, sum ein kundi vænta millum tvey somikið jøvn lið. Hvørgin parturin tordi veruliga at satsa alt, og líkt var til, at nervar spældu ein týdningarmklan leiklut í øllum hesum.
Munur kom tó í alt fyri eitt, tá farið varð undir seinna hálvleik. Neistin fekk fýra tey fyrstu málini, og tað var eisini líkt til, at hetta gav teimum meira frið yvir spælinum. Nú vóru tað tær, sum settu ferðina á dystinum, og uttan at overva seg, hildu tær gestunum í einum jarntaki. Eitt lítið skifti sá kanska út til, at Stjørnan fekk svarað aftur, men tá Neistin so aftur fekk trý mál á rað, var alt mest sum avgjørt.

Stórur sigur
Sum sagt, so hevði sigurin við sær, at Neistin nú nærum eru vísar í at vinna silvurmerkini. Í øllum førum, um tær megna uppgávuna, sum eitur StÍF á útivølli í seinasta dystinum. Ein uppgáva, sum tó er væl truplari, enn stigatalvan sigur, tí eftir at tær í grundspælinum ikki fingu nakað serligt burturúr, er StÍF kanska tað liðið, sum hevur ment seg mest í endaspælinum.
Uttan útlendingar av nøkrum slag vóru neistakvinnurnar annars mettar sum eitt slag av outsidara til stríðið um heiðursmerki, tá kappingarárið byrjaði. Her tóktust bæði Stjørnan og VB ? umframt VÍF ? at vera munandi betri fyri. Men stríðsviljin á liðnum hevur ongan tíð fornoktað seg, og so líðandi hava tær blandað seg alt meira upp í silvurstríðið, og nú er so líkt til, at hetta hevur givið úrslit.
Fyri Stjørnuna mundi tapið hinvegin vera eitt stórt vónbrot, men tað skerst ikki burtur, at liðið ikki hevur havt neyðugu breiddina í hópinum í ár. Tískil hava skaðar hjá stuðulsleikarum rakt sera meint. Skuldi tað borið soleiðis á, at Neistin tapir seinasta dystin, so hevur Stjørnan tó enn møguleikan fyri silvurinum, men til hetta krevst, at tær vinna á útivølli móti VB, og tað er so heldur ikki nakað, sum kann sigast fyri vist.

Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 29-29 (10-9)
Málskjúttar:
Neistin: Gunnleyg Berg 8(5), Mildrið Jacobsen 7, Súna Mørk 5, Katrin á Neystabø 5(2), Birita Wardum 3(1), Ata Høgnadóttir 1
Stjørnan: Andrijana Milodanovic 5(2), Joan M. Joensen 4(1), Simona Dziugyte 3, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2, Bára Skaale 1
Brotskøst: Neistin 9, Stjørnan 5
Útvísingar: Neistin 3, Stjørnan 2
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum.