Talan hevur kortini ikki verið um nakra einkla og lætta loysn.
- Hon hevur verið drúgv, hon hevur verið avbjóðandi, men hon hevur eydnast væl. Og fremsta orsøkin til tað er, at vit hava havt ein framúr gott samstarv í nevndini, at tað hevur eydnast okkum at koma fram til hesa avgerð at fáa alt tað øki, vit høvdu gjørt krav upp á, sigur Bjørn Kunoy.
Arbeiðið byrjaði i 2003 við at innsavna data sum kundi próvføra, at økið er eitt náttúrligt framhald av undirgrund Føroya.
- Har verður savnaður ein hópur av jarðfrøðiligum data, sum síðani verður latin i ein løgfrøðisligan ham. Og samlað er tað so latið inn i 2009 sum eitt krav til ST, sigur Bjørn Kunoy.
Hann heldur, at hóast føroyingar mugu lata sær lynda við ein lítlan triðing av økinum, er tað als ikki so galið.
- Hetta er hent eftir samráðingar við Noreg og Ísland, og har skulu vit minnast til, at Noreg hevur tvinnar lutir at styðja seg til, bæði Noreg og so Jan Mayn. So tað verður mett at vera ei góð avtala, tá vit skulu deila rættingini við fýra síður og fáa lítlan triðing, sigur Bjørn Kunoy.
Føroyar kunnu fegnast um at hava fingið so stóran lut av samlaða økinum.
- Tað gevur okkum rætt at fáa hendur í øllum tí, sum er á havbotninum og undir havbotninum í hesum økinum, og tað kann umfata olju, gass og ymisk mineralir, sum kunnu vera í økinum, sigur Bjørn Kunoy.
So føroyingar kunnu vera nøgdir við avgerðina hjá ST.
- Ja, heilt avgjørt. Vit hava fingið hundrað prosent av økinum, vit kravdu, og tað vekir als uttanlands. Hartil var tað ein einmælt nevnd, ið tók undir við kravinum, og tað kunnu vit bert fegnast um, sigur Bjørn Kunoy, samráðingarleiðari fyri føroysku sendinevndina.