Í løtuni sær tað út til, at avgerðin um føroyameistaraheitið hjá kvinnum fellur í Vági í næstseinasta leikufari tann 27 mars, tá ið oddaliðini bæði VB og Stjørnan hittast. Sum leikur gongur í løtuni, eru tað eingi av hinum liðunum, ið ger nakað við tey, uttan møguliga VÍF ið fær vitjan av Stjørnuni í Vestmanna stutt frammanundan. Dystirnir hjá oddaliðunum báðum móti øllum hinum liðunum tykist bert verða ein spurningur um avgreiðslu, og so var eisini, tá ið klaksvíkskvinnurnar høvdu vitjan av vágakvinnum sunnudagin.
Søljan helt tørn fyrstu løtuna
Tað gekk tó ein løta, áðrenn heimaliðið av álvara fekk gongd á sítt spæl. Heldur hinvegin vóru tað kvinnurnar úr Vágum, ið settu sín dám á dystin. Søljan byrjaði heilt væl, og tað mundi koma eitt sindur óvart á tey flestu, at tá ið fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, høvdu gestirnir úr Vágum lagt seg á odda 9-7!
Nú tóku vertirnir time-out, og eftir at venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, hevði sagt sínum leikarum nøkur borgarlig orð, kom betur stýr á spælið hjá Stjørnuni. Serliga vóru tað Joan M. Djordjevic og Annika Ljóstein, ið fingu glið á spælið hjá sær. Í hinum endanum bleiv verjan hjá Stjørnuni eisini tøtt, og síðstu trettan minuttirnar av fyrra hálvleiki fekk Søljan bert tvey mál! Hetta gjørdi, at tá ið komið var til hálvleiks, høvdu vertirnir úr Klaksvík lagt seg á odda 17-11, og so var tann dysturin avgjørdur:
Tamur seinni hálvleikur
Eftir steðgin var støðan at kalla tann sama. Stjørnan hevði allatíðina munin, uttan at tær tó spílaðu seg út, og munurin millum liðini øktist spakuliga. Joan M. Djordjevic hevði ein av sínum heilt góðu døgum sunnudagin, og tá ið hon hevur ein góðan dag, hevur liðið eisini ein góðan dag. Joan skoraði ikki færri enn tíggju mál, og tað er als ikki gerandiskostur hjá henni.
Bæði liðini tókust bara at vilja hava tíðina at ganga, og tá ið dómararnir báðir, Høgni M. Joensen og Brandur Johansen, bríkslaðu seinasta bríkslið í dystinum, hevði heimaliðið Stjørnan vunnið við tólv málum á Søljuni, 32-20, framman fyri trúføstu áskoðarafjøldini í KÍ-høllini.
Sum áðurnevnt tykist avgerðin um føroyameistaraheitið at falla í Vági í næstseinastaleikumfari, men Stjørnan hevur ein truplan dyst í Vestmanna eftir um góðar tvær vikur. Tá ið klaksvíkskvinnurnar vóru og vitjaðu VÍF í grundspælinum, eydnaðist tað teimum við bit og slit at vinna við einum máli, so tað verður neyvan nøkur løtt uppgáva, ið bíðar eftir teimum í Vestmanna.
Stjørnan-Søljan 32-20 (17-11)
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 10(4), Annika Ljósstein 6(1), Alina Olaru 5, Bára Skaale Klakstein 4, Catarina Stepanov 3, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 2
Søljan: Fía Selma Nielsen 6, Nicoletta Radu 4(1), Heidi Maria Akselsen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Hertha Simonsen 2, Petra Thomassen 1
Brotskøst: Stjørnan: 8(5), Søljan 2(1)
Útvísingar: Stjørnan 1, Søljan 6
Dómarar: Høgni M. Joensen og Brandur Johansen