Avgreiðslusigur til Stjørnuna

Stjørnan gjørdi sína skyldu, tá ið tær vóru á vitjan á Giljanesi leygardagin. Frá fyrsta bríksli løgdu tær seg á odda, og spenningur kom ongantíð í dystin.

Hondbóltur

Longu frá fyrsta bríksli í landskappingardystinum á Giljanesi leygardagin, vísti Stjørnan vágakvinnum, at tær vóru oddalið, og at tær ikki høvdu ætlanir um at taka sær av løttum vesturi í Vágum.

Avgjørt eftir lítlari løtu
Dysturin gjødist ongantíð spennandi, tí Stjørnan legði beinan vegin sjógv millum seg og vertirnar úr Vágum, og longu tá ið eitt korter var leikt av dystinum, hevði oddaliðið úr Klaksvík avgjørt og lagt seg á odda við sjey málum 8-1!
Eftir hetta tók gestirnir tað eitt sindur meira róligt, og heimaliðið nýtti høvið til at minka nakað um munin, so at tá ið farið var til hálvleiks, var støðan 12-7 til Stjørnina.
Í seinna hálvleiki legði Stjørnan aftur hart út, og um miðjan seinna hálvleik høvdu tær lagt seg á odda við tíggju málum. Heimaliðið hevði stórar trupulleikar við at spæla seg gjøgnum verjuna hjá klaksvíkskvinnum, og av teimum seks málunum, ið Søljan fekk eftir steðgin, vóru tey trý skotin upp á brotskast. Nicoleta Radu brendi tvey av trimum teimum fyrstu brotskastunum, ið Søljan fekk í dystinum, og so tók Heidi Maria Akselsen yvir, og hon var ósvikaliga trygg við síni trý brotskøst.
Venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, brúkti dystin leygardagin eisini til at royna ymiskar uppstillingar. Leiðlsan hjá oddaliðnum var trygg, og tí fingu teir roynt eitt sindur av hvørjum undan avgerandi dystinum í Vági um knappar tvær vikur.
Stjørnan hevði ongar trupulleikar av at basa vágakvinnum, 26-13 í dystinum leygardagin, og tað verður spennandi at síggja, um tað fer at eydnast VB at koppa Stjørnuni, tá ið føroyameistaraheitið verður avgjørt í Vági 27 marts.

Dysturin í tølum
Søljan-Stjørnan 13-26 (7-12)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 5(1), Heidi Maria Akselsen 4(3), Fía Selma Nielsen 3, Kristina Griksaite 1
Stjørnan: Alina Olaru 6(3), Bára Skaale Klakstein 5, Anna Kristina Samson 4, Katarina Stepanov 4, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 2, Joan M. Djordjevic 2
Brotskøst: Søljan 6(4), Stjørnan 6(3)
Útvísingar: Søljan 3, Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen