Avgreitt 5: Ja til radaran – men eitt føroyskt ja

Tað er NATO, sum verjir Føroyar. Men meðan felagsskapurin hevur radarar í Íslandi, Norra og Íslandi, hevur eingin verið í Føroyum í fleiri ár. Hetta hevur gjørt, at eftirlitið við fremmandum flogførum í einum stórum øki kring Føroyar als ikki hevur verið nøktandi. NATO hevur tí ynskt, at ein radari eisini verður settur upp í Føroyum.

 

Javnaðarflokkurin er ikki í iva um, at vit skulu hoyra til Vesturheimin og NATO, og sigur tí eisini ja til hetta ynski. Vit hava onga herskyldu, og vit hava ongar verjuútreiðslur. At lata verjufelagsskapinum ein matrikkul á Sornfelli, halda vit vera okkara skyldu.

 

Men so skjótt, málið kom fram, settu vit sum krav, at avgerðin skuldi talast í Føroyum – hóast talan er um eitt verjumál, sum formliga er danskt.

 

Eingin avgerð um Føroyar skal takast uttan um føroyskar myndugleikar!

 

Vit lótu eisini stjórnina vita, at fortreytin fyri okkara politiska loyliteti var, at tað vóru føroyskir myndugleikar, sum tóku endaligu avgerðina.

 

Soleiðis varð.

 

Avgerðin bleiv flutt til Føroya og tikin her.