Ætlanin um at varðveita avgustin, sum er deyður á Sundalagnum á hvalasavninum við Áir, er farin fyri skeytið.
Orsøkin er, at fólk hava verið við sag og sagað undirkjaftin av honum og hava stolið tenninar.
- Tá ið hvalurin hevur mist undirkjaftin, er hann virðisleysur fyri eitt hvalasavn, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Nátturgripasavninum.
Hann heldur, at tað er stórt spell, tí tað beinir í øllum førum fyri øllum ætlanum um at varðveita hann.
Hann var norðuri í Sundalagnum, tá ið fólk fóru við sag eftir undirkjaftinum, men tað rein ikki við tey, tí tey fóru avstað við tonnunum, sigur hann.
Men hann sigur, at tað er ólógligt, tí ein avgustur, sum liggur deyður í fjørðinum, er landsins ogn.
Sostatt er tað beinleiðis stuldur, tá ið fólk hava sagað undirkjaftin av honum, sigur hann.
Annars hevur tað verið umhugsað, at sleipað tann deyða avgustin á hvalastøðina við Áir og at reinsa beinagrindina fyri tvøst og spik og varðveita beinagrindina á hvalasavninum.
Men tað verður nú av ongum!
Støðan er annars tann, at ein avgustur liggur í møluni og einasti møguleiki, hann hevur at verða bjargaður, er, at hann sleppur leysur í flóðini.
Tann triði avgustur fekk stóran skaða, tá ið hann fór sendandi við rákinum suður ígjøgnum Sundalagið og fekk skaða, tá ið hann rakti eina av brúgvastúttinum mitt í Sundinum.
Men hann er nú spakiliga á veg suðureftir og so fer bara tíðin at vísa, um hann vinnur á skaðanum og um hann fer til havs.
Les eisini: Hvalirnir í Sundalagnum eru illa fyri
Sí fleiri myndir av avgustunum við at TRÝSTA HER
Ingi Sørensen hevur tikið myndirnar