Avgusturin í Hvalba eigur at fáa frið

Myndugleikarnir heita staðiliga á fólk um at lata hvalin, sum liggur deyður á sandinum í Hvalba, fáa frið

 

Avugusturin, sum liggur deyður í Hvalba, skal fáa frið.

Tað sigur Náttúrugripasavnið.

 

Avgusturin doyði í morgun og Náttúrugripasavnið sigur, at tey ætla at kanna hvalin.

 

 

Les eisini: Avgusturin doyði um tíggju tíðina í morgun

 

 

Nátttúrugripasavnið hevur samband við fólk í Hvalba, sum skulu taka sýni av deyða avgustinum.

 

- Tí verður heitt staðiliga á fólk um ikki at taka tenn ella annað av hvalinum.

 

Fólk á staðnum fara, so skjótt, sum til ber, at taka sýnini fyri Náttúrugripasavnið og tað er umráðandi at hesi fáa frið at arbeiða.

 

- Náttúrugripasavnið sigur, at tenningar vísa, hvussu gamal, hvalurin og  vevnaðarsýnini gera, at tað ber til gera ílegukanningar og annað.