Maðurin, sum var skuldsettur fyri at hava hótt ein annan mann álvarsliga, er nú leyslatin aftur.
Tað var leygarnáttina, at løgreglan í Havn tók ein mann fyri at hava hótt ein annan mann eftir lívinum. Hann varð skuldsettur fyri hava sett hóttanir fram, sum kunnu elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð, sum tað eitur á lógarmáli.
Maðurin varð settur í varðhaldi og seinni í gjár varð hann avhoyrdur og síðani varð hann leyslatin aftur. Somuleiðis eru eisini onnur avhoyrd í málinum, og hóast maðurin er leyslatin, er málið ikki endað enn. Hann er framvegis skuldsettur og løgreglan skal avhoyra nøkur vitni afturat.
Og ikki fyrr enn allar avhoyringarnar eru gjørdar, verður støða ikki tikin til, hvussu farast skal fram í málinum. Men løgreglan sigur, at maðurin játtar seg ikki sekan í at hava hótt hin.
Annars hevur tað verið stak friðarligt, men í nátt komu nakrir mans til ilnar og tað endaði við, at ein maður var so ólátaður, at hann fær bót fyri at hava brotið politiðtøkurnar.