Ávís øki í landinum skulu ikki hava serlig rættindi

Tað gjørdi undanfarna samgonga, men tað er hendan samgongan farin frá, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Makrelur skal ikki brúkast til at menna fiskivinnuna í økjum, sum ikki hava makrel frammanundan. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um Sandoyggin, Norðstreymoy og Suðurstreymoy ikki fara at fáa sín part av makrelkvotuni, serliga nú vit hava fingið 60.000 tons afturat av makreli. Hann sigur, at tað loypur í eyguni, at Sandoyggin, Norðstreymoy, og Suðurstreymoy, ikki hava fingið sín rímiliga lut av tilfeinginum. Hetta kann vera óheppið fyri hesi øki, havandi í huga, at vit øll eiga fiskin, sum í havi okkara svimur, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur tikið avgerð um, at meginparturin av tí, makrelkvotan er økt við, verður býtt ímillum teir somu skipabólkarnar, sum hava havt makrelkvotu. Hann sigur, at sostatt verður ikki hugsað um hvørji øki talan er um, tá ið makrelkvotan verður býtt. Hann sigur, at tað gjørdi undanfarna samgonga, men núverandi samgonga er farin frá tí mannagongdini.

 

Men Jacob Vestergaard sigur kortini, at ein partur av makrelkvotuni verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir, eisini til kvotur til skipakeyp og til ískoytiskvotur til verandi skip. Hann sigur, at hetta eru kvotur, sum øll kunnu søkja um, hvar í landinum tey búgva.