Ávísir útflytarar fáa sera góðan prís í Kina

Feskur laksur, pakkaður í posum, sum herfyri varð sendur til Kina, fekk ein miðal kiloprís á 68 krónur fyri kilo í okkara peningi.

Kina hevur sett í verk nýggjar avmarkingar til innflutning av vørum orsakað av vandanum fyri koronu.

 

Fyri laksamarknaðin merkir hetta eitt nú, at fiskurin í kassunum skal pakkast í posar.

 

Hetta merkir í praksis, at laksurin nú skal pakkast manuelt - og ikki við sjálvvirkandi maskinum, sum er vanligt á framkomnum pakkivirkjum.

 

Tískil eru tað ikki so nógv virki, sum kunnu bjóða laks út á kinesiska marknaðinum í løtuni.

 

- Tað er eftirspurningur eftir norskum laksi á kinesiska marknaðinum. Tá útboðið minkar, veksa prísirnir. Hetta vísa eisini norsku útflutningshagtølini, veit iLaks at siga.

 

iLaks skrivar, at feskur laksur, sum herfyri varð sendur til Kina, fekk nevniliga ein miðal kiloprís á 92,49 norskar krónur, sum svarar til stívliga 68 krónur í okkara peningi.

 

Í hesum føri var talan ikki um tær heilt stóru nøgdirnar, bert 258 tons.

 

Hetta er sera góður prísur samanborið við miðal útflutningsprísin við norska markið, sum um somu tíð var 59,72 norskar krónur, sum svarar til góðar 44 krónur fyri kilo í okkara peningi.

 

Sambært iLaks spyr kinesiski marknaðurin serliga eftir stórum laksi, og norskir alarar rópa prísirnar, sum Kina hevur goldið í heyst, fyri ævintýraprísir.