Roknskapur
Nettorentuinntøkurnar vóru fyri 2005 36,6 mió. kr., sum er ein hækking við 8,2 mió. kr. sammett við 2004.
Kursjavnan av virðisbrøvum var -14,0 mió. kr. í mun til -6,8 mió. kr. í 2004.
Nettoinntøkur bankans áðrenn umsiting og avskriving, men íroknað kursjavnan av virðisbrøvum, vóru 23,8 mio. kr, sum vóru 1 mió. kr. hægri enn í 2004.
Rakstrarútreiðslurnar vóru 7,9 mió. kr. í mun til 7,5 mió. kr. í 2004 og vóru avskrivingarnar á sama støði sum í 2004.
Hetta gevur eitt yvirskot av rakstrinum uppá 15,8 mió. kr. í mun til 15,2 mió. kr. í 2004.
Nettoavkast bankans av øllum íløgum er uppgjørt til 2,9% í 2005. Avkastið av lánsbrævaíløgunum var 2,9% og peningamarknaðaríløgunum 2,2%.
Miðalinnistandandi hjá landskassanum var 1.527 mió. kr. Landskassin fær rentu og rest av avlopi bankans eftir at lagt er í tiltaksgrunn og ábyrgdarskylduskjalið er niðurskrivað. Soleiðis hevur landskassin í 2005 fingið kr. 27,9 mió. kr. í rentu og 11,9 mió. kr. av avlopi bankans. Íroknað niðurskriving av ábyrgdarskjalið á 0,7 mió. kr. var avkastið til landskassan tilsamans 40,5 mio. kr. í 2005.