Mest kenda skaldsøgan hjá Elfriede Jelinek, sum vann Nobelvirðislønina í bókmentum í fjør, er nú komin á donskum. Spillelærerinden er ein tann mest umrødda týska útgávan í nýggjari tíð ein skelkandi frásøgn um kynsligan kulda, einsemi og kvinnuliga masochismu.
Høvuðspersónurin Erika Kohut býr og svevur enntá í songini saman við ráðaríku og harðrendu mammu síni. Sambært mammuni er Erika eitt undirmett tónleikaflogvit, sum átti at verið ein heimskendur konsertpianistur. Í staðin er hon bara vorðin ein miðalhampa klaverlærarinna á tónlistaskúlanum í Wien. Har gekk Jelinek sjálv í síni tíð, og innlitið í tónleik kemur týðiliga til sjóndar í bókini.
Mamman heldur strangt eyga við øllum, sum Erika hevst at, serliga øllum sum hevur við kyns- og kærleikslívið at gera. Men fyri Eriku hevur kúgaða tilveran saman við mammuni avlagað allan nátúrligan kynsligan ans. Hon megnar ikki at taka ímóti kærleikanum, tá hann bjóðar seg fram, og í staðin gongur hon og luskar runt um náttina og eygleiðir elskandi pør í parkini ella skøkjur, sum eru til arbeiðis.
Mikla øsingin í kjalarvørrinum av at Nobelvirðislønin í bókmentum varð latin Jelinek, stóðst lutvíst hennara lýsingum av kynslívinum. Væl eru tær besøgnar og ógvusligar, men um tær eru meir perversar enn vanligi pornofloymurin kring okkum, kann lesarin nú sjálvur meta um.