Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sendi herfyri Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum ein fyrispurning um avsláttur á leiðunum hjá Strandferðsluni.
Heðin Mortensen vildi fyrst og fremst fáa at vita, hví avsláttarskipanirnar ikki eru galdandi fyri akfør, men einans fyri ferðafólk.
- Tá ferðast verður við Strandfaraskipum Landsins, ger seg galdandi, at pensjónistar gjalda helvtina av einkultum ferðaseðlum. Men tað vísir seg, at hesin avsláttur bert er galdandi fyri persónliga ferðaseðilin og ikki fyri eitt møguligt akfar, skrivar Heðin Mortensen og sigur, at tað sama er galdandi fyri avlamispensjónistar.
Hann heldur tað vera undrunarvert, at fólk, sum eru tengd at akfari sínum fyri yvirhøvur at kunna -ferðast, ikki kunnu fáa avsláttur fyri akfari.
- Men tað vísir seg, at hóast nógvir avlamispensjónistar ikki kunnu ferðast, uttan at hava akfar við sær, so er eingin avsláttur galdandi fyri akfarið. Tískil noyðast tey at gjalda fullan prís fyri akfarið, hóast tað er har, ein avsláttur veruliga hevði gjørt mun, skrivar Heðin Mortensen.
Tí setti hann Henriki Old nakrar spurningar um avsláttarskipanina hjá Strandferðsluni, har han millum annað spyr landsstýrismannin, um hann heldur hesa skipanina vera rímiliga og um landsstýrismaðurin fer at taka neyðug stig til at geva avlamispensjónistum og øðrum við serligum tørvi avsláttur á leiðunum hjá Strandferðsluni.
Í svarinum frá Henriki Old er tó torført at síggja nakað greitt svar. Hann sigur tó ikki, at hann fær at taka neyðug stig fyri at geva avlamispensjónistum avsláttur, men nevnir, at Samferðslumálaráðið arbeiðir við at broyta prísskipanina sum heild.
- Eg kann annars upplýsa, at SMR nú í eina tíð hava arbeitt við at finna fram til eina ’javnseting av ferða- og flutningskostnaði’ eins og ásett er í Fylgiskjalinum til Samgonguskjalið. Eg vóni, at vit í arbeiðinum við javnseting av ferða- og flutningskostnaði kunnu finna eina skilagóða loysn upp á møguligar ójavnar, ið eru í prísásetingini, svarar landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at slík javnseting kann gerast á fleiri ymiskar mátar og nevnir millum annað, at ein kann javnseta ferðingina hjá gangandi ferðafólkum við ferðing í undirsjóvartunlunum, tað vil siga, at ein einans rindar fyri akfarið. Eitt annað hugskot er at vitjandi, bæði føroyingar og útlendingar, rinda meiri enn fastbúgvandi. Júst hvussu hetta skal hjálpa pensjónistum, avlamispensjónistum og fólkum við serligum tørvi tykist óvist.
Eitt annað uppskot er at lækka prísin hjá øllum pensjónistum eins og at endurskoða aldursmarkið fyri, nær børn skulu rinda.