Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Í fimmaranum í seinastu viku var áhugavert kjak um møguleikan at leggja øll sjey valdømini saman í eitt valdømi. Grundgevingarnar vóru nógvar, m.a. meiri rættvíst býti av løgtingslimum - bæði millum flokkar og millum øki. Ein onnur grundgevin var, at soleiðis fáast fleiri kvinnur upp í føroyskan landspolitikk.
Eg ringdi sjálvur inn til fimmarin, og varð m.a. eisini siteraður úr einum lesarabrævi í Dimmalætting í avgust, har m.a. stóð: " Uttan valdømi fer tað nevniliga treytaleyst at henda tað óhepna, at enn færri samfelagsbólkar verða umboðaðir á tingi. Ein valskipan við einum valdømi fer at merkja, at løgtingsmannnastarvið verður eitt elitert starv, har tey dugnaligastu sleppa framat."
Eftir kjakið kundi eg ikki lata vera við at hugsa um nógv nevnda dømið "Grønland", har einans eitt valdømi er. Eg sett meg frammanfyri telduna, fór inn á heimasíðurnar: www.statgreen.gl og
www.nanoq.gl og framdi eitt sindur av talknúsaríi, og fann fram til m.a. hesi úrslit:
ABCDEF
Øki við tingumboðan TinglimirHarav kvinnuligir tinglimirÍbúgvarÍbúgvar fyri hvønn tinglim (D/B)Íbúgvar fyri hvønn vinnuligan tinglim (D/C)
Nuuk+Nuussuaq21714.7157012102
Narsaq202.0331017-
Maniitsoq2036341817-
Sisimiut215.97829892989
Onnur øki4130.494762430.494
Samanlagt31956.85418346317
Her sæst soleiðis, at 21 av 31 tinglimum (67,7%) av øllum landstingslimunum koma úr Nuuk ella Nuussuaq (svarandi til t.d. Tórshavn og Hoyvík), ið liggja í Nuuk kommunu. Hinvegin hevur Sisimiut (svarandi til t.d. Klaksvík) bert 2 av 31 tinglimum.
Tað, ið brestir í eyguni er hvussu "bíligur" ein tingmaður úr Nuuk er. 701 er bert gott og væl ein triðingur av landmiðal, ið er 1834. Hinvegin kostar tingmaðurin í Sisimiut 2989 atkvøður, ella meiri enn 4 ferðir so nógv sum í Nuuk; næstan tvær ferðir landsmiðal. Umframt Sisimiut og Nuuk eru tvey støð, ið hava 2 ella fleiri landstingslimir búgvandi, nevniliga Narsaq og Maniitsoq. Sostatt eru 27 av 31 tingmonnum (87,1%) umboðandi 26.369 íbúgvar; nakað væl minni enn helminingin av grønlendsku íbúgvunum. Hini 30.494 mugu noyðast við lúsa 4 tingmenn, ið sostatt kosta 7.624 atkvøður í part!!! Hetta síðsta talið er so himmaskríggjandi absurd, at eg trúði ikki mínum egnu eygum tá tað koma fram á roknimaskinuni hjá mær.
Um man kann vænta, at eitt felags valdømi í Føroyum fer at hava somu avleiðingar, so fer býtið av tingonnum væntandi at vera hetta:
<sum$?$end$!$ Tórshavn og forstaðir: 21 tingmenn. <BR><sum$?$end$!$ Klaksvík, Runavík og Tvøroyri: 2 tingmenn í part. <BR><sum$?$end$!$ Restin av landinum kanska 5 tingmenn, meiri ella minni spjaddir um landið. <BR>
Við øðrum orðum kunnu vit - um úrslitini í Grønlandi kunnu yvirførast til føroysk viðurskifti (og hví kunnu tey í grundini ikki tað?) - vænta okkum eitt himmalrópandi demokratiskt órættvísi, um valdømini verða løgd saman í eitt. Rætt er, at Sandoyggin eigur nakrar bíligar tingmenn í dag. Men hyggur man eftir Grønlandi, so eru tingmenninir hjá Nuuk uppaftur bíligari (14.715/21=701 í Nuuk og 1.461/2=731 í Sandoyar valdømi) So, jú: Politikarastarvið er vorðið eitt høvuðsstaðarstarv í Grønlandi. Eingin ivi um tað. Og tað sama fer óivað at henda í Føroyum um eitt valdømi verður veruleiki.
Eitt annað argument til fyrimuns fyri samanlegging av valdøminum er at soleiðis fáa vit fleiri kvinnur valdar á ting. Hyggja vit eftir Grønlendska døminum, so er hetta ivaleyst ein røtt eygleiðing. Í Grønlandi eru 9 kvinnuligir tinglimir, ella 29% av landstinginum. Hetta er tríggjar ferðir so nógv sum í Føroyum, so í hesum máli hava forsprákararnir fyri samanlegging av valdømunum rætt: Tað skapar ivaleyst betri fortreytir fyri kvinnuligar tinglimir. Men fyri hvørjar kvinnur? Talknúsingin hjá mær vísir, at 7 út av 9 kvinnuligum tinglimum eru úr Nuuk kommunu. Sostatt fór eg helst ikki skeivur, tá eg í avgust mánaði skrivaði: " Við einum valdømi verða tað tey lærdu - tey, ið búgva á størru plássunum - ið taka valdið, tí tey snøgt duga betri at orða seg gjøgnum miðlarnar. Tá er væl hugsandi, at fleiri kvinnur koma á ting? men neyvan tær kvinnur, ið hoyra útjaðaranum ella lægru stættunum til."
Men eg skal geva Georg Petersen rætt tá hann í fimmaranum kritiseraði meg fyri at geva ábendingar um, at "elita" og "havnarfólk" eru tað sama. Hetta er sjálvandi ikki heilt rætt, og eg orsaki tað eg segði hesum viðvíkjandi. Men hóast hetta er mín greiða niðurstøða eftir "surfingina" á grønlensku heimasíðunum, at Føroyar so sanniliga ikki eiga at gerast eitt valdømi. Heldur eiga vit at finna fram til eina skipan, ið megnar at umboða so nógvar føroyingar sum gjørligt; so nógvar bygdir sum gjørligt; so nógvar sosialar bólkar sum gjørligt. Tað er demokrati í mínari verð.
LandstingslimirBústaður
Per Rosing-PetersenNuussuaq
Hans EnoksenNuuk
Per BerthelsenNuussuaq
Finn KarlsenNarsaq
Jakob SivertsenTasiilaq
Anthon FrederiksenIlullissat
Josef MotzfeldtNuuk
Augusta SallingNuuk
Aqqaluk LyngeNuussuaq
Isak DavidsenManiitsoq
Otto JeremiassenKangaatsiaq
Ellen ChristoffersenNuuk
Palle ChristiansenSisimiut
Per SkaaningNuuk
Agathe FontainSisimiut
Ane HansenAasiaat
Kuupik KleistNuussuaq
Henriette RasmussenNuuk
Ole DorphNuuk
Jørgen Wæver JohansenNuuk
Enos LyberthManiitsoq
Ole ThorleifsenNuuk
Jonathan MotzfeldtNuuk
Kalistat LundNarsaq
Ruth HeilmannNuuk
Aqqalukasik KanuthsenNuuk
Georg OlsenNuuk
Simon OlsenNuuk
Doris JakobsenNuuk
Astrid Fleischer RexNuussuaq
Marie FleischerNuuk