Avleiðingin eru oyðileggjandi tá ið rætta hjálpin ikki verður givin

Fimm felagsskapir og stovnar hava eina inniliga áheitan á landsstýrismannin í heilsumálum og stjóran fyri Landssjúkrahúsið

Neyðtøka er ein álvarsom brotsgerð og verður tann rætta hjálpin ikki givin, eru avleiðingarnaroyðileggjandi.  Tað staðfesta fimm felagsskapir og stovnar í eini inniligari áheitan á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og Steinar Eirikstoft, stjóra fyri Landssjúkrahúsið.

 

Tey hugsa um tilbúgvinginga sum varð sett í stovn fyri kvinnur, ið eru neyðtiknar, ella sum eru fyri neyðtøkuroynd

 

Tilbúgvingin varð skipað í vár, men tað var kjótt, at tað gjørdist greitt, at tilbúgvingin ikki var heilt klár, tí eingin sálarfrøðilig hjálp var knýtt at henni, tí tað vóru tað ikki pengar til, vóru boðini.

 

– Avvarðandi myndugleikar hava, hóast manglandi sálarliga kreppuhjálp, mett, at tað var ráðiligt at taka ímóti teimum, sum høvdu verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Landsstýrismaðurin í heilsumálum lovaði at finna eina loysn, so at sálarliga kreppuhjálpin varð klár í seinasta lagi 1. juni, siga tey fimm feløgini.

 

– Í dag, fimm mánaðir eftir at neyðtøkutilbúgvingin lat upp, er enn einki fast tilboð um sálarliga kreppuhjálp. Støðan við tilbúgvingini er ikki nøktandi. Hon var ikki nøktandi 25. mars, og hon er heldur ikki nøktandi í dag, fimm mánaðar eftir at honvarð sett á stovn, siga felagsskapirnir og stovnarnir.

 

Tí hava tey eina inniliga áheitan á landsstýrismannin í heilsumálum og á sjúkrahúsleiðsluna um at tryggja, at tilbúgvingin riggar sum ætlað og fær tikið ímóti teimum, sum venda sær til hana og at starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum hava neyðugu vitanina, og kunningina, um tilbúgvingina.

Tey heita eisini á teir báðar um at seta sálarliga kreppuhjálpina í verk sum skjótast.s

 

Teir fimm felagsskapirnir, og stovnarnir, sum hava sent hesa áheitanina, eru Amnesty International í Føroyum, Kvinnufelagið í Havn, Kvinuhúsið, Kyn og Sinnisbati.