Avlop á 449 milliónir

Fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 vísir eitt avlop eftir rakstrar- løgu og rentuútreiðslur uppá 449 milliónir í mun til 245 milliónir í 1999

Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri ár 2000 verður staðfest, at um gongdin íinntøkum og útreiðslum landskassans verður samanborin frá1997 til 2000, sæst, at vøksturin í inntøkum hevur verið væl hægri enn vøskturin av útreiðslum.

Sagt verður, at positiva gongdin á inntøkusíðuni og skynsami fíggjarpolitikkurin á útreiðslusíðuni sæst aftur í avlopi landskassas. Hetta verður kallað RLÚ-avlop, og tað eitt heiti fyri samlaðu inntøkurnar, tá rakstrar-, løgu og rentuútreiðslurnar eru drignar frá.

RLÚ-avlopið á fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 verður 449 millónir krónur, og skal tað eins og í 1999 brúkast til at niðurgjalda skuld til danska statin, og tað, ið loypur av, skal setast í Landsbankan og nýtast til at leggja uppfyri. Also, at reka ein sokallaðan útjavnandi fíggjarpolitikk framyvir.

Skuldin til danska statin, ætlanin er at niðurgjalda, er 128 milliónir.


Blokkurin vendir

Í fíggjarlógaruppskotinum verður staðfest, at ein triðingur av blokkstuðulinum bert kemur til Føroya at venda. Danska heildarveitingin er 958 milliónir krónur í 2000. Hon er ikki oyramerkt til ávís endamál, og kunnu politisku myndugleikarnir tískil ráða yvir henni, eins og teir ráða yvir øðrum inntøkum hjá landskassanum. Men renturnar til ríkiskassan eru 320 milliónir krónur, og tí verður staðfest, at triðingurin av heildarveitingini bert kemur í landskassan at venda.


Minni partur til almenna sektorin

Viðmerkingar í fíggjarløgtingslogini staðfesta, at almenni sektorurin er vorðin ein alsamt minni partur av samlaða búskapinum seinastu árini. Hetta er orsakað av, at búskaparvøsrurin hevur verið væl størri enn útreiðslur landskassans síðan 1990.


MVG-ið

Greitt verður frá, at atfinningar hava verið móti MVG skipanini í seinastuni. Tað hevur verið frammi, at hon í ásvísum førum kann vera kappingaravlagandi til fyrimuns fyri tað almenna mótvegis tí privata, tí tað í ávísum førum betur kann loysa seg fyri ein almennan stovn at seta fólk í starv og sostatt sleppa undan at gjalda meirvirðisgjald, enn um stovnurin keypti tænastuni frá privatum virki.

Fyri at rætta hesi viðurskifti, er ein teknisk broyting gjørd í hesum fíggjarlógaruppskotinum, soleiðis at meirvirðisgjaldið er tikið út úr øllum høvuðskonti fyri teir einstøku stovnaranar og sett á eina serliga konto. Fyri at tryggja, at tølini fyri ymsiku árini kunnu kunnu samanlíknast, er tað sama gjørt við roknskapartølini á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 og 1998 og játtanina fyri 1999.

Úr fíggjarmálastýrinum verður sagt, at í hesum fíggjarlógaruppskotinum er roynt at greiða betur frá ymisku postunum í fíggjarlógini enn gjørt er undanfarin ár.