Avlop býtast í fýra partar

SøluRásin hevur flestu árini verið eitt íkast hjá feløgunum, sum standa aftan fyri tiltakið.

- Skuldu vit goldið fyri alla ta hjálp, sum vit fáa, hevði tiltakið slett ikki borið til, sigur Anfinn Gærdum, samskipari av SøluRásini 2013, sum verður í Ítróttarhøllini á Skála næsta vikuskiftið.

 

SøluRásin á Skála er kend fyri, at nógv fólk eru til hjálpar hjá teimum, sum skipa fyri og standa aftan fyri tiltakið.

 

- Hesi fólk hjálpa eisini framsýnarunum at bera inn í høllina, tá bilarnir koma í túnið - og ikki minst við at bera útaftur í bilarnar, tá liðugt er.

 

Anfinn Gærdum vísir á, at nógv raskt fólk soleiðis er til hjálpar, og uttan hesi hevði tað slett ikki borið til at havt SøluRásina á hvørjum ári.

 

Hann vísir á, at umleið tveir tímar eftir, at dyrnar eru latnar aftur sunnukvøldið, er høllin klár aftur til brúks hjá øðrum aktivitetum.

 

Tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, sum skipa fyri SøluRásini, Strálan, StÍf, Skála Ítróttarfelag og Skála Kappróðrarfelag, býta avlopið av sølustevnuni millum sín.

 

- SøluRásin hevur verið ein væl vitjað framsýning og soleiðis eisini eitt ískoyti til rakstur hjá feløgunum. Sum oftast hava vit havt eitt hampiligt avlop, men tað eina árið sveik, tá illveður herjaði hin seinna dagin.

 

Anfinn Gærdum sigur, at tá alt er goldið, sum SøluRásin kostar, verður avlopið býtt í fýra partar til feløgini.