Páhaldið hjá andstøðuni um at útreiðslurnar hjá landskassanum, spola upp eftir, er ikki rætt, sigur Kristina Háfoss.
Í árunum frá 2008 til 2015, hevði landskassin eitt hall upp á næstan tríggjar milliardir krónur tilsamans. Men síðani er gongdin vend, og í fjør er væntandi, at avlopið fer at vera 550 milliónir krónur.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísur páhaldinum frá andstøðuni aftur, um, at samgongan førir ein skilaleysan fíggjarpolitikk, og at útreiðslurnar hjá landskassanum eru hækkaðar 800 milliónir síðani hendan samgongan tók við í 2015. Og nú vildi Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava hana at leggja tølini á borðið.
Landsstýriskvinnan sigur, at úrslitið hjá landskassanum er sostatt broytt frá einum halli upp á umleið 254 milliónir krónur í 2014 til eitt avlop upp á umleið 550 milliónir í fjør. Hetta hevur samgongan gjørt við at reka ein varligan fíggjarpolitikk við varligum vøkstri í rakstrarútreiðslum, og við at hækka inntøkurnar hjá landskassanum.
Hon sigur, at rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum eru mettar at hækka tilsamans 346 milliónir í trý ár, ella 115 milliónir um árið. Síðani fíggjarlógin fyri í ár varð løgd fram í heyst, eru lønarsáttmálar gjørdir við fleiri fakfeløg, og sosatt skal lønarvøksturin í fjórða ársfjórðingi í 2017, og í ár, leggjast afturat.
Í 2018 verða útreiðslurnar til lønir sosatt 56 milliónir størri enn tær vóru í fjør, sigur Kristina Háfoss.