Hvat stóð á fíggjarlógini ?
Útvarp Føroya segði 1. mai, at avlopið hjá landskassanum í 2002 var 191 mió krónur, og at hetta var "40 mió. krónur meira enn mett".
Í Degi og Viku sama kvøldið varð sagt, at tá fíggjarlógin fyri 2002 varð samtykt, roknaði løgtingið við einum avlopi uppá 70 mió. krónur.
Hetta er ikki rætt. Tá fíggjarlógin fyri 2002 varð endaliga samtykt í desember 2001, vísti hon eitt avlop á 371 mió. krónur. Úrslitið (191 mió. krónur) var sostatt 180 mió. krónur verri enn mett varð á fíggjarlógini. ? At onkur so kann hava mett umaftur seinni, er ein onnur søga.
Tær 70 milliónirnar, sum Dagur og Vika vísti til, er samlaða játtanin tá eykajáttanirnar, sum eru samtyktar ígjøgnum árið eru taldar við.
Tað at játtanin broytist frá 371 mió. í avlopi við ársbyrjar, til 70 mió. krónur við ársenda, er bert eitt dømi um vánaliga fíggjarstýring.
Hvat fingu vit fyri pengarnar ?
Í Degi og Viku varð sagt: "Almennu útreiðslurnar seinastu árini eru vaksnar umleið eina milliard krónur. Karsten Hansen viðgongur, at hetta ljóðar av nógvum, men hann heldur, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar, til dømis nýtt vaktarskip, nýtt Landssjúkrahús, Vágatunnilin og tveir triðingar av nýggja Suðuroyarskipinum eru eisini goldnir."
Her er vert at leggja til merkis, at øll dømini, sum verða nevnd, eru íløgur, meðan vøksturin á fíggjarlógini er fyrst og fremst rakstur. So tað er ikki hetta, vit hava fingið fyri øktu útreiðslurnar.
Ein íløga verður gjørd eina ferð, og so er hon úti av verðini. Men tað at rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar við einari heilari milliard merkir, at vit gjalda eina milliard eyka á hvørjum ári.
At tveir triðingar av Suðuroyarskipinum eru goldnir er ikki rætt ? og slettis ikki, tá vit tosa um fíggjarárið 2002. Í 2002 vóru 91 mió. krónur goldnar av Suðuroyarskipinum (sum kostar meira enn 300 mió. krónur at byggja). Rokna vit so eisini havnina á Drelnesi við, so eru framvegis 3/4 av íløguni eftir, sum ikki síggjast á landskassaroknskapinum.
Spurningurin er ikki, hvussu nógvar íløgurnar eru í tali, men heldur hvussu nógvar av teimum eru goldnar.
Onnur úttalilsi
Dagur og vika segði eisini um landskassaroknskapin: "Avlopið í fjør stavar bæði frá fleiri inntøkum og minni nýtslu."
At nýtslan minkaði í fjør er ikki rætt. Líkamikið um samanborið verður við árið 2001 ella um samanborið verður við fíggjarlógina fyri 2002, so vaks nýtslan.
Av øðrum misvísandi útsøgnum, sum fjølmiðlrnir høvdu um landskassaroknskapin kunnu nevnast hesi: "Heildarveitingin úr Danmark seinastu árini er minkað 366 mió. krónur um árið" (Dagur og Vika). "Nú hevur Landskassin (og tað er kassin hjá tær og mær) umleið 2,7 mia. krónur í Landsbankanum." (Útvarp Føroya). Rætta talið, sambært Landsbankanum sjálvum er knappar 2,5 mia. á nýggjárinum, og góðar 2,3 mia. nú.
Gongur skjótt skeiva vegin
Landskassaavlopið áðrenn avdrøg minkaði í 2002 við meira enn hálvari milliard (506 mió. krónir). Neyvan finst nakað annað land í heiminum, har landsins leiðsla vildi reypað av, at avlopið minkaði við meira enn 27 prosentum eftir einum ári.