Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu

Avlopið var góðar 25 milliónir krónur

Roknskapurin hjá Eysturkommunu fyri 2021 var góðkendur á býráðsfundi í gjár.

 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu

– Og sigast má, at 2021 royndist heilt væl, skrivar Eysturkommuna.

– Samlaðu inntøkurnar vóru 121 mió. kr. sum er 6,2 mó. kr. hægri enn mett, og rakstrarútreiðslurnar vóru 95,6 mió. kr. sum er 3,3 mió. kr. lægri enn mett. Sostatt var rakstrarúrslitið í 2021 eitt avlop á 25,4 mió. kr., og tað er 9,5 mió. betri enn ætlað.

Íløgur vóru gjørdar fyri íalt 39,3 mió. kr. Nógvar ymiskar íløgur vóru gjørdar, men tær størstu vóru hesar:

•    Barnagarðurin við Gøtugjógv

•    Umvæling av skúlanum við Gøtugjógv

•    Nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Norðragøtu

•    Útstykking í Leirvík og Norðragøtu

•    Bátahyljarnir í Leirvík og Norðragøtu

•    Jarðhitaskipan til skúlan í Leirvík og Giljagarð eldrasambýli

Íalt vóru 34 mió. brúktar til hesar verkætlanir.

Útreiðslurnar til rentustuðul var 1,4 mió., ímeðan rentuútreiðslurnar vóru 1 mió. Lániskuldin vaks við 18 mió. í 2021. Nettoskuldin var við árslok 2021 30 mió. kr. sum er 29% av ein álíking.

 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu