Suðuroyarsiglingin
Seinnapartin mikudagin kom ferjan á Havnina, sum tær næstu tríggjar vikurnar skal sigla ímillum Suðuroynna og Havnina ístaðin fyri Smyril.
Smyril fer í dag úr Føroyum til Frederikshavn í Danmark, har hann skal í dokk til ymsar umvælingar. Eitt nú skulu stabilisatorarnir umvælast, so at tier ikki fara so lætt aftur. Harumframt skal fitt av stáli skiftast í botninuum, umframt at annað eftirlitsarbeiðið skal gerast.
Væntandi verður Smyril burtur í tríggjar vikur og ímeðan verður tað estlendska ferjan, St. Ola, sum skal røkja suðuroyarsiglingina.
Suni Andreassen á teknisku deild á Strandferðsluni, sigur, at ferjan bar seg væl á ferðini til Føroya. Men hon hevur í mong á siglt ímillum Scrabster í Skotlandi og Stromness í Orknoyggjum og tað er minst líka ringur sjógvur sum í Suðuroyarfirði so hon er bygd til ringan sjógv. Eitt nú hevur hon stabilisatorar bæði aftan og framman.
Nýliga hava estlendingar keypt St. Ola, sum annars er smíðað í 1971. Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur.
Í gjár lógu teir á Havnini og gjørdu klárt. Gekk sum ætlað, skuldi St. Ola sigla sin fyrsta túr ímillum Havnina og Suðuroynna í gjárkvøldið.