FJARSKIFTI
Føroyingar og íslendingar seta í hesum døgum síðstu fingramerkini á ein sáttmála, sum skal tryggja betri telesamskifti við umheimin enn áður við einum nýggjum kaðali.
Higartil hevur einasti møguleikin hjá føroysku fjarskiftisveitarum sjóvegis at samskifta við umheimin verið umvegis Cantat3 kaðalin.
Um Cantat3 av einihvørji orsøk verður óvirkin, vil fjarskiftissamskiftið við umheimin verða darvað í stóran mun. Hetta hava flest øll lagt til merkis seinastu vikuna ella so, tá Cantat3 hevur verið sera svikaligur.
Sum nú er nýtir Føroya Tele fylgissveinasamband, tá Cantat3 hevur hug at svíkja. Hendan loysnin er tó bæði dýrari, seinni og gevur verri góðsku enn Cantat3.
Cantat3 kaðalin varð tikin í nýtslu í 1994, og higartil hava 13 brek verið. Hetta hevur gjørt, at kaðalin bert hevur verið virkin í 90% av tíðini.
?Við atliti at kapasiteti verða verandi Cantat3 kaðal og fylgissveinaorka úr Føroyum til umheimin ikki nøktandi í framtíðini, stendur at lesa í seinastu ársfrágreiðingini hjá Føroya Tele.
Ásannandi hetta hevur Føroya Tele saman við Landssími Íslands í longri tíð fyrireikað eina ætlan um ein fjarskiftiskaðal úr Íslandi, umvegis Føroyar, til Skotlands.
Til Íslands
Tá vit fingu fatur á Andrasi Róin, stjóra fyri Føroya Tele, var hann staddur á flogvøllinum í Vágum, á veg til Íslands.
?Arbeiðið er nú komið so langt ávegis, at vit nú fara til Íslands fyri at seta á stovn sjálvt felagið, sum umsita kaðalin, sigur Andras Róin.
Eftir ætlan verður farið undir at leggja kaðalin næsta summar.
?Kaðalin fer at gera sera stóran mun. í prinseppinum gevur hetta óendaliga nógvan kapasitet, sigur Andras Róin.
Verkætlanin fer væntandi at kosta um 500 mió. Tann føroyski parturin verður 20% ella 100 milliónir. Allir føroyskir fjarskiftisveitarar eru við í føroyska partinum, men tað er eyðsæð, at Føroya Tele fer at eiga størsta partin av íløguni.
Stóran týdning
Tað er eyðsæð, at hesin kaðalin fer at hava ovurstóran týdning fyri føroyskt samskifti við útheimin.
Kaðalin kemur tíggjur ár eftir Cantat3, og hetta merkir tíggju ár við tøkniligum framstigum, sum aftur merkir ein munandi betri kaðal.
Sum nevnt gevur kaðalin í prinsippinum óendaliga nógvan kapasitet. Andras Róin sigur seg vóna, at nýggi kaðalin eisini vil ávirka prísgongdina rætta vegin.
?Tað hevur eisini sera stóran týdning, at vit nú hava tveir kaðalar; riggar ein ikki, so havi vit ein eyka kaðal, sigur Andras Róin.
Eisini hjá íslendingum kemur kaðalin sera væl við. Meðan Cantat3 hevur verið óvirkin fyri einari lítlari viku síðani, hevur at kalla verið undantaksstøða í Íslandi, tí íslendingar ikki fingu nakað burturúr fjarskiftinum við útheimin.