Avloysarin hjá Norrønu á veg til Føroya

Finskt farmaskip skal sigla fyri Norrønu næstu vikurnar, meðan Norrøna er í dokk, og meðan Norrøna røkir suðuroyarsigling fyri Smyril, sum skal hava nýggjan motor

– Vit liggja nú við bryggju við Lindø Værft í Odense til týsmorgunin, tá dokkað verður inn. Væntandi dokka vit útaftur sunnumorgun, og so fara vit beinleiðis til Føroyar, har vit koma týsmorgun.

 

Tað sigur Hendrik Hammer, skipari á Norrønu, sum skal til eftirlit næstu vikuna. Tá Norrøna er komin aftur til Føroya, fer hon í sigling fyri Smyril í tríggjar vikur, meðan hann fær nýggjan motor ísettan.

 

Hesar góðu fýra vikurnar verður Norrøna ikki í uttanlandssigling.

 

Í staðin fyri Norrønu verður tað finska ro-ro skipið, Mistral, sum fer at røkja siglingina. Mistral er finskt skip, bygt í 1999, og tað er 10471 bruttoregistertons. Norrøna er til samanberingar 36.000 bruttoregistertons.

 

– Mistral tekur ikki ferðafólk við hetta tíðarskeiðið, skipið røkir siglingina fyri Norrønu, hóast tað røkir vanligu rutuna hjá Nørronu, sigur Henny á Líknagøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.

 

Mistral væntast á Havnina klokkan átta mánamorgunin.