Undan kappingarbyrjan kom japanski Takuya Matsunaga til KÍ. Hann er fyrsti japanski spælarin í føroyskum fótbólti, men hann hevur bara verið á vøllinum í fáar minuttir. Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, sigur at vit ikki skulu vænta at síggja hann á vøllinum fyribils.
– Tit skulu ikki vænta at síggja hann á vøllinum. Hann er komin í ein aldurdal og arbeiðir upp á at venda tí. Tað eru nógvir tvídystir í føroyskum fótbólti, og tað mistrívist hann við, sigur Mikkjal Thomassen.
##med2##
Norskir miðlar skriva, at KÍ er í holt við at gera sáttmála við 27 ára gamla norska miðvallaran, Magnus Stamnestrø. Hann spælir í løtuni við Ranheim, sum spælir í Elitudeildini í Norra. Norðlýsið hevur spurt Mikkjal Thomassen, um tað er nakað í søgunum, sum norskir miðlar skriva. Tá hevði hann onga viðmekring. FM1 spurdi síðani Mikkjal Thomassen, har hann segði:
-Eg kann avsanna, at vit hava gjørt sáttmála við nakran norskan spælara afturat.
Spurdur um teir vóru í samráðingum við Magnus Stamnestrø, svaraði venjarin hjá KÍ, at tað fór hann ikki at siga so nógv um. Sostatt er líkt til, at japanska íslettið í KÍ ikki verður so umfatandi. KÍ spælir sunnudagin móti HB í Gundadali.
##med3##
Betri deildin menn 10. umfar:
Fríggjadagin:
Skála-B36 (18.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-Víkingur (19.00)
Sunnudagin:
HB-KÍ (15.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-NSÍ (15.00)
AB-TB (17.00) Beinleiðis á FM1