At markinum
Orðadráttur hevur tikið seg upp um vit hava ovurhitaðan búskap, ella vit ikki hava. At keglast um ”ovurhitaður” er rætta heitið, er av fleiri grundum ein fruktaleys diskusjón. Vit hava ongan normalan kroppshita at meta eftir, tá talan er um búskap, so at kjakast hvørt hitin er ov nógvur ella ikki, ber ongantíð á mál. Og fepurstokk hava vit ongan, tí vit hava ikki hagtøl um lønarlagið.
Men vit kunnu í minsta lagi sláa fast, at vit eru komin at kapasitetsmarkinum, tí fleiri fólk fáast ikki til arbeiðis, so sum støðan er. Vit, sum búgva her, hava øll arbeiði, sum tíma og orka. Og fleiri tykjast vit heldur ikki at blíva, tí heimflytingin er uppsteðgað og møguleikarnir hjá útlendingum at koma hendan vegin, eru smáir.
Bløðini eru full av starvslýsingum - men tá eitt starv verður sett, verður ein annar sessur tómur. Hetta skilið gevur hugaðum og hegniðum fólkum høvi til at sleppa sær í størv, tey heldur ynskja sær, og kanska fyri eina betri løn enn frammanundan.
Men framleiðslan gerst kortini ikki størri av at fólk skifta arbeiði - tænasturnar verða ikki fleiri til keyps, fleiri hús verða ikki bygd og meira verður ikki virkað av fiski. Vit eru tí komin at markinum fyri hvussu nógv vit fáa virkað av vørum og tænastum til at selja – við verandi tøkni, væl at merkja. Og við galdandi samfelagsbygnaði.
Tøknin broytist ikki eftir einum ári, so tí kunnu vit ikki vænta, at hvørt arbeiðspláss á flakavirkinum fer at virka meira fisk næsta ár, ella at bankarnir kunnu veita somu tænastuna við færri fólkum næsta ár.
Men hvat so við samfelagsbygnaðinum? Hvat við teimum lógum og reglum, sum stýra hvussu hvør skal bera seg at í vinnu og arbeiði?
Politiskt kapasitetsmark
Tað mest avgerandi fyri búskaparligu framgongdina í einum landi, er ikki um arbeiðsloysið er fimm ella tvey prosent. Tað mest avgerandi er, at galdandi lógir og reglur fyri vinnuligt virksemi gagna framburði og menning, og at tær ikki halda landinum føstum í gomlum stirvnum skipanum.
Politisku fráboðanirnar í sambandi við komandi fíggjarlóg tykjast benda á, at vit ikki bara eru komin at vinnuliga kapasitetsmarkinum, men at eitt politiskt kapasitetsmark nú dagar undan.
Við einum Pavlovskum reflexi boðar Landsstýrið frá, at nú búskapurin er í vanda fyri ovurhiting, skal fíggjarlógin næsta ár skerjast við nøkrum hundrað miljónum. Hvat samband ið er millum hendan ovurhitan og 200 miljónir á fíggjarlógini, geva landsstýrismenn sær lítið far um. Men teir eru ivaleysir í, at nú fer tað at síggja út, sum gera teir okkurt við málið.
Hendan samtyktin í Landsstýrinum var ein meirilutaavgjørd neyðsemja, eftir at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði skotið upp, at taka tey bæði stigini – at taka skattafrádráttin hjá sjómonnum av og at bíða við at seta á undirsjóvartunnilin til Sandoynna.
Man kann siga, at tað eru tveir mátar at møta hesum búskaparliga kapasitetsprobleminum. Annar er tann vanligi – at skerja landsins fíggjarlóg í blindum, uttan at tað hevur nakra gagnliga ávirkan yvirhøvur. Hin er at brúka løtuna til at rúmka tann bygnaðarliga karmin um vinnulívið í landinum, so at kapasiteturin økist gjøgnum smidligari tillaging til marknaðarkor. At lata reiðararnar gjalda fyri fiskiloyvini og at lætta um møguleikarnar hjá útlendingum at koma til arbeiðis her heima, høvdu verið líka gagnlig tiltøk sum at avtaka skattafrádráttin hjá sjómonnum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skjeyt upp tvey tiltøk, sum nettupp ikki eru panisk krepputiltøk. Eitt tiltak – avtøka av serliga skattafrádráttinum hjá sjómonnum - sum samstundis pjøssar nakað upp á sjálvan vinnuliga bygnaðin - og so at útseta eina risaíløgu. Tvey tiltøk, sum nettupp ikki eru at spæla fíggjarpolitiska neyvstýring, men sum virka bæði tálmandi og rúmkandi.
Men her rakti hann politiska kapasitetsmarkið í føroysku smáparlamentarismuni. Gomlu vinirnir í føroyskum politikki samdust skjótt um uppskriftina, sum bjargar teimum sessirnar eftir næsta val.
Hermann Oskarsson