Tað er meiningskeyst, at Javnaðarflokkurin fer í samgongu við Fólkaflokkin.
Tað endurtók Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum enn einaferð á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
- Politikkur snýr seg um virðir - eitt stríð millum grundleggjandi virðir, um hvussu vit skilja menniskju og tørvin hjá menniskjum. staðfesti hann.
Hann sigur, at hugsjónin hjá Javnaðarflokkinum er, at frælsi fyri øll skal tryggjast gjøgnum felagsskapin, sum hann málber seg.
- Fólkaflokkurin hevur í hesari samgongu víst, at hann vil tað øvugta og tí hevur Javnaðarflokkurin við mær sum formanni gjørt upp við Fólkaflokkin.
- Eg vil fremja javnaðarhugsjónina í verki, og tá gevur tað ikki nakra meining at fara í samgongu við ein flokk, sum ynskir okkara hugsjón hagar piparið grør, sigur Aksel V. Johannesen.
Les eisini: Fingu ein millióning afturat í Føroyum
Hann vísir á, at ein stórur hugsjónarligur samanbrestur var ímillum flokkarnar, tá ið tað kom undan kavi, at samgongan ætlaði at avtaka fólkapensjónina fyri at lata tað upp í hendurnar á tí einstaka at tryggja ellisárini.
- Eftir okkara tykki er eingin ivi. Samfaldsfasta fólkapensjónin eigur at tryggja øllum borgarum virðilig fíggjarkor á ellisárum.
Vit halda, at øll eiga rætt til eina virðiliga, samhaldsfasta pensjón, har øll rinda inn og øll fáa út – uttan mun til inntøku ella uppsparing, sigur Aksel V. Johannesen.
Ein av veteranunum í flokkinum, Johan Samuelsen, er samdur í, at Javnaðarflokkurin eigur at gera alt, sum til ber, fyri at útihýsa Fólkaflokkinum frá valdinum.
Besta samgongan er ein samgonga ímillum ein sterkan Javnaðarflokk, ein veikan sambandsflokk og ein av smærru flokkunum.
Tað hevur javnaðarflokkurin roynt áður við góðum úrsliti, leggur hann afturat.
Men at fara undir okkurt eksperiment við Tjóðveldisflokkinum, sum fer at krevja kostnasðarmiklar yvirtøkur, heldur Johan Samuelsen, er vágaverk fyri Javnaðarflokkin.