Avrætting í Hvítarusslandi

Myndugleikarnir í Hvítarusslandi hava avrættað annan av teimum báðum monnunum, sum vórðu dømdir til deyða fyri at hava sprongt eina bumbu í høvuðsstaðnum Minsk í apríl í fjør. Myndugleikarnir hava kunnað tey avvarandi hjá Vladislav Kovaljov um, at deyðadómurin er fullførdur við skoti, skrivar Reuters.

Undir rættarmálinum noktaði Kovaljov seg sekan í ákæruni. Ákæruvaldið vísti á, at hann hevði játtað seg sekan, tá hann var til avhoyringar, men í rættinum segði hann, at hann bleiv noyddur at játta seg sekan.

Tað er ógreitt, hvussu er við hinum manninum, sum varð dømdur til deyða í sama máli.

Hvítarussiski forsetin, Aleksander Lukasjenko, varð biðin um at veita teimum báðum deyðadømdu grið, men mikudagin kunngjørdi hann, at hann var ikki sinnaður at ganga áheitanini á møti. Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, bað í gjár Hvítarussland ógilda deyðadómin, men tað hjálpti heldur ikki.

Hvítarussland er einasta land í Evropa, sum hevur deyðarevsing í sínari lóggávu.