Avreiðingartølini fyrstu 4 mánaðarnar í ár vísa, at samantalt er áleið sama nøgd av fiski komin upp á land í ár samanborið við somu tíð í fjørð. Av botnfiski er nøgdin av toski og hýsu minkað, meðan væl meira er avreitt av upsa.
Sjálvt um avreidda nøgdin av fiski er á leið tann sama sum í fjør, er samantalda avreiðingarvirðið minkað við einum fjóðringi. Á talvuni niðanfyri sæst, at væl minni fæst fyri hýsu og tosk í ár. Harafturímóti er virðið á upsanum vaksi við góðum 22 milliónum, í mun til sama tíðarskeið 2008.
Í bólkinum ?onnur fiskasløg? er stórur vøkstur bæði í nøgd og virði. Hetta kemst av, at nógv fleiri tons av gulllaksi eru avreidd í ár, skrivar Hagstovan.